Enn ein sigur til Neistan

Neistamenn hava av álvara fingið vind í seglini

Kappingarárið hjá mansliðnum hjá Neistanum hevur higartil ikki verið serliga væleydnað. Tó kom vend í í síðstu viku, tá ið neistamenn, líka sum øll onnur lið í deildini, vunnu ímóti Team Klaksvík. Undan tí dystinum hevði Neistin tapt fýra dystir á rað.

 

Í dag var dystur í høllini á Hálsi, har Neistin fekk vitjan av StÍF. Dysturin var tættur og spennandi, men vóru tað neistamenn, ið sendu strandingar tómhentar heimaftur. Dysturin endaði 25-22 til Neistan. Hálvleiksstøðan var 14-14.

 

Úrslitið merkir, at Neistin framvegis er á næstniðasta plássi. Neistin hevur átta stig. Tó er stutt upp til nummar fimm í deildini, sum er StÍF. StÍF hevur níggju stig.

 

Málskjúttarnir í dystinum kunnu síggjast niðanfyri:

 

Neistin: Rói Berg Hansen 6, Teis Horn Rasmussen 6, Beinur Davidsen 3, Tommy Fletcher 3, Hjalti í Jákupsstovu 2, Andras Joensen 2, Sjúrður Thomasen 2 og Terji Mørk 1.

 

StÍF: Kjartan Johansen 7, Pætur Johansen 5, Sveinur Justinussen 4, Borgar M. Persson 2, Jógvan G. Joensen 2, Marius Joensen 1, Teitur Nielsen 1 og Pætur Joensen 1.

 

Støðan í FTZ deildini :

 

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71113102377322
2KÍF112832453815
3VÍF11298294413
4Kyndil123213061511
5StÍF1128628519
6Neistin11259274-158
7Team Klaksvík11248364-1160