Edvard Joensen
Sandavágur
Verður eitt fólk í Vágum bitið av hundi leygarmorgun – og tað er stórur møguleiki fyri tí orsakað av sera nógvum leysum hundum – verður ringt til 1870, sum biður viðkomandi koma á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum at fáa eina stívkrampasproytu. Tað er í lagi. Fyrr varð hetta tó avgreitt av kommunulæknanum í oynni. Tað tók eitt korter.
Í dag skal koyrast í minsta lagi ein hálvan tíma hvønn veg. Teinurin millum Sandavág og Tórshavn er sambært Landsverki 37 km. Hvønn veg. Tilsamans 74 km. Hetta er stytsta leið úr Vágum. Allar aðrar bygdir hava longri tein.
Rokna vit so eykaútreiðslur av hesum túri eftir sama leisti, sum roknað verður í samband við arbeiðskoyring, sær roknistykkið soleiðis út:
74 km á kr. 2,90 kr. 214,60
tunnilsgjald kr. 170,-
kr. 384,60
Her er talan um eina beinleiðis eykaútreiðslu, sum nýggja skipanin áleggur fólki, sum búgva í útjaðaranum.
Vónandi nakað, ið ábyrgdarhavandi hava gloymt at upplýsa teimum, ið noyðast slík ørindi, at tey fáa endurgoldið.
Men eg kenni ítøkiligt dømi, har einki varð sagt um tað.