Føroyski altjóða dómarin í flogbólti, Jan Hentze, skal nú aftur av landinum at døma. 17. januar skal hann nevniliga døma altjóða dystin í Top Teams Cup millum finska Rovaniemi og russiska Odintsovo. Talan er um 1/8-finalu í Top Teams Cup, og sostatt er hetta helst størsta altjóða uppgáva hjá Jan Hentze higatil. Tað, sum ger dystin enn meir spennandi fyri Jan, er, at dómaraeygleiðarin til dystin verður ein av mest royndu altjóða dómarunum, sum nú er givin. Eydnast dømingin væl, og finnin gevur sína undirskrift, so manglar Jan bert eina undirskrift fyri at kunnu døma allar dystir á altjóða støði.