Enn ein útlendskur leikari til KÍ

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið hevur styrkt seg við leikara úr bestu deildini í Montenegro

KÍ hevur í kvøld styrkt seg við einum nýggjum útlendskum leikara. Talan er um 28 ára gamla álopssinnaða miðvallaran, Boris Dosljak, sum kemur úr Iskra úr bestu deildini í Montenegro. Tað skrivar Norðlýsið.

 

Í Montenegro er í løtuni vetrarsteðgur í heimligu kappingini, sum er komin í helvt í kappingarárinum. Fyrru hálvu av kappingarárinum hevur Boris Dosljak spælt 15 dystir fyri Iskra, ið liggur nummar seks í deildini, og skotið 4 mál. Boris Dosljak kann spæla øll tey fremstu plássini. Høgri og vinstri kantur, umframt fremsti áleypari.

 

Boris Dosljak hevur í tveimum umførum eisini roynt seg í næstbestu serbisku deildini. Norðlýsið skrivar, at gongst sum ætlað, verður Boris Dosljak til venjing í Klaksvík mánakvøldið. Sáttmálin millum Boris Dosljak og KÍ er galdandi fyri næstu tvey kappingarárini.