- Enn er einki at stúra fyri Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum Fyrr í dag vísti Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, á, at skal steðgur ikki koma í arbeiðið at byggja skúladepil í Marknagili, mugu einar 90-100 milliónir krónur flytast frá íløguætlanini hjá samgonguni fyri 2016, fram til 2015.
- Hetta hevur Landsverk boðað frá, so tað vita vit av, sigur Bjørn Kalsø. Men hann leggur afturat, at tað er nóg mikið at byggja fyri í alt ár og langt inn í næsta ár, so málið hevur ikki skund upp á nakran máta.
Les eisini: Mangla 100 milliónir næsta ár
Bjørn Kalsø sigur, at hetta er ein spurningur, sum verður tikin upp einferð seinni í ár, ella næsta vár, tá ið tey hava eina púra greina mynd av, hvussu gongdin verður og, hvussu nógv fer at resta í næsta ár, tá ið samanum kemur. Tað veldst eisini um, hvussu gjaldingar fella.
Hann vísir á, at tað almenna hevur sett nógva bygging ígongd og alt fer ikki at ganga eftir tíðarætlanini, so hann ivast ikki í, at verður tað neyðugt, fer tað at bera til at játta Skúladeplinum hægri játtan næsta ár.
Í øllum førum kann Bjørn Kalsø ikki hugsa sær at stígur skal koma í arbeiði av peningatroti. - Vit hava øll lagt nógv fyri, fyri at skúlin skal verða liðugur á sumri í 2016 og eg kann ikki ímynda mær annað enn at hann verður liðugur tá. - Og so er tað ikki ókeypis heldur at steðga einum arbeiði, tí so skal byggiplássið riggast av og riggast til, so tað farið eg staðiliga at mæla frá, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.
|