Enn er langt á mál

Kári á Rógvi

Hesi orðini standa í almennu viðmerkingunum til løgtingsmál 131/92 um javnstøðulóg. Júst hvussu langt, varð mær skjótt greitt, tá ið eg var biðin at taka við leiðsluni í javnstøðunevndini. Gallup hevur kannað fyri okkum, hvat fólk vita um javnstøðu. Tann stóri toppskorarin er ikki óvæntað kynsbýti í almennum nevndum. Hvat annað stendur í javnstøðulógini, vita tey lítið um; kortini siga nógv seg vita ítøkiliga um mismun vegna kyn á arbeiðsplássum.
Ásetingin um almennar nevndir er tann lættasta at halda, tí hon er tað, tey lógkønu nevna reglu (kann mátast), meðan ástingar um starvsseting, eins løn, eins yrkis- og menningarmøguleikar, eru standardir (mugu metast). Hvørt “umleið eins nógvir” eru av báðum kynum, kann mátast. Til dømis eru fimm mannfólk og eitt konufólk í yrkisráðnum fyri sjóvinnu – 5 er 4 størri enn 1, tvs. ásetingin er ikki hildin, men myndugleikin kann biða um undantaksloyvi.
Nógv verri kann vera hjá nevndini at taka dagar ímillum, hvørt arbeiðsgevarar vegna kyn ikki seta fólk í starv, ikki flyta upp, ikki veita somu ógóðar, osfr., serliga um talan er um óbeinleiðis mismun. Er tað til dømis brot á lóg um javnstøðu, at kvinnur missa pensjónsrættindi, tí barsilsskipanin ikki rindar endurgjald fyri arbeiðsgevarans part av pensjónsgjaldinum? Er tað brot á javnstøðulógina, um kvinnurnar í móttøkuni ikki fáa fría fartelefon, tá ið kontórmenninir fáa – og eru hesi starvsøki “mett at hava sama virði” – ið gevur rætt til “eins løn og ágóða?”
Men størsti trupulleikin hjá javnstøðunevndini er føroyska ‘øvugta sosiala eftirlitið.’ Vanlig misfatan er, at føroyingar halda allar lógir, og tora ikki at fremja harðskap – ella mismun vegna kyn – “tí vit eru so lítið samfelag,” har øll vaka sum heykar yvir hvørjum øðrum. Veruleikin er tann øvugti, føroyingar tora ikki at gera vart við órættvísi, lógarbrot og mismun – “tí vit eru so lítið samfelag;” búravnar eiga frítt spæl at kúga.
Í arkivinum hjá nevndini eru sera fá mál, ið ikki eru um antin kynsbýtið í almennum nevndum ella almenna javnstøðu, t.d. hvat javnstøðunevndin heldur um aðrar lógir sum lóg um foreldramyndugleika. Mál um mismun vegna løn, starvstreytir ella viðgongu og barsil er sera sjáldsom.

Hetta er ferfalt løgið, tí:
1. Mismunur er har – fimti hvør sigur seg vita um mismun á arbeiðsplássinum.
2. Eisini óbeinleiðis mismunur er bannaður – mismunur kann tí ikki krógvast.
3. Javnstøðunevndin kann hjálpa fólki at kanna mál og enntá føra rættarmál fyri tey.
4. ...og ikki minst eru pengar at vinna.

Til hetta síðsta, so eru fleiri heimildir í javnstøðulógini, sum pengar eru í. Er mismunur gjørdur í starvssetan (ella t.d. uppsøgn, flokking, flyting, rættindum) kann veitast løntakara samsýning upp til 20 vikur í løn. Eisini tey, ið vera fyri mismuni ella vanbýti, tí tey krevja sín rætt eftir lógini (t.d. til somu starvstreytir, somu eftirútbúgving, somu ágóðar), kunnu fáa samsýning svarandi til í mesta lagi 20 vikulønir. Er løntakari fyri lønarmismuni vegna kyn, so “skal [hesin] hava útgoldið munin.” Her munnu á góðum havnarmáli vera “formugur, sum ikki eru avhentaðar.” Sambært viðmerkingunum trumfar henda ásetingin enntá møguligan lønarsáttmála.
Tá ið talan er um mismun vegna foreldrafráveru – fráveru vegna viðgongu, barsburð og eftir barnsburð – kann javnstøðunevndin tryggja løntakara upp til 50 vikur í løn fyri uppsøgn ella vanbýti. Júst hesi mál eru heilt vist ikki so fá í tali, og væntandi fáa vit glið á viðgerðina av teimum, um bert nøkur standa fram við málum sínum.
Men aftur til almennu nevndirnar. Fimtan ár eftir, at løgtingið fyrstu ferð viðgjørdi lógaruppskotið um millum annað at fáa javnstøðu í almennar nevndir, verður ikki ein gongd hendan tann mest kenda ásetingin hildin. Almennar nevndir verða settar uttan atlit til javnstøðu, og verður biðið um undantak, er tað vanliga dagin fyri, at nevnd ella bólkur skal fara til verka við áheitan um at javnstøðunevndin avgreiðir málið í telefonini ella um teldupost.
Hetta sigur so mikið, at hugburðurin er ikki broyttur. Fólk geva sær ikki far um, at fjølbroytni í nevndarsamanseting er styrki. Øvugta sosiala eftirlitið ger, at fólk vænta ikki, at javnstøðunevndin fremur sítt eftirlit, tí í Føroyum torir tann órættaði jú ikki at melda. Skrankapávar og búravnar leggja trýst á: “Vit mugu fáa hatta loyvi nú!” “Skýti býtt at skula broyta nevndina!”
Nú er ongin orsøk at taka synd í okkum, vit fáa pengar fyri at halda ta lóg, Føroya Løgting hevur samtykt, vit eru sum tjaldrið, ið verjir smáfugl. Hetta er sagt meira tí, at um vit fáa háðarorð omanyvir okkum, so má vera sera møtumikið hjá lærlingi, ið verður sagdur upp, tá iðmeistarin frættir, at hon er upp á vegin. So má vera sera tungt hjá løntakara at biða um at fáa lønarseðilin rættaðan, tí ein av hinum kyninum fær meira, ella at biða um at sleppa á skeið niðri, tí nú hevur hitt kynið staðið fyri tørni fleiri ferðir.
Mær tykir, at flestu ásetingar í javnstøðulógini eru bæði ókendar og ónýttar. Hetta fáa tíðindafólk at vita frá mær, hvørja ferð tey spyrja um javnstøðu – væl at merkja javnstøðu í nevndum, á tingi, í øðrum lógum, og alment um grundgevingar fyri og fyrimunir við javnstøðu. Men enn er ongin grein, ongin sending, ongin yvirskrift komin burturúr um tær javnstøðuásetingar, ið mest týðandi eru fyri tey flestu.
Enn er langt á mál.