Enn er vón

Tað var ikki væntandi, at Eilif Samuelsen hevði gjørt nakað ólógligt í samband við umhvørvisgóðkenningina og alingina á Vatnsnesi í Hovs- og Porkerishaganum. Landsstýrismálanevndin hevur kannað framferðina, tá Eilif Samuelsen ógildaði avgerðina hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um ikki at gera P.f. Hovsá umhvørvisgóðkenning fyri at ala á Vatnsnesi. Eftir drúgva kanning kom Landsstýrismálanevndin fríggjadagin til hesa niður-støðu.

Afturímóti tykist staðfest, at handfaringin í hesum máli neyvan var tann besta. Tað var júst handfaringina í málinum, sum Sílaveiðifelagið kærdi fyri Landsstýrismálanevndina. Somuleiðis kann sigast, at landsstýrismaður og umsitingin í Tinganesi virkaðu ímóti andanum í umhvørvisverndarlógini, tá ið loyvi aftur varð givið at ala á vøtnunum. Aling dálkar og fer ikki væl við náttúruni og endamálið við umhvørvisverndarlógini er at forða dálking!!!


Eftir at hesin parturin av málinum er avgreiddur, sita tey, sum hava fylgt við hesum máli, eftir við fleiri spurningum. Grundleggjandi er, hvussu ein landsstýrismaður og fyrisiting kunnu ganga ímóti andanum í eini lóg og geva aliloyvi á einum vatni - eini náttúruperlu - í 18 ár. Eitt annað er, hví ein landsstýrismaður hevur meir enn eitt ár at viðgera málið í. Í tí sambandi er vert at nevna, at landsstýrismaðurin nærmast segði, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevði ikki viðgjørt málið, hóast listin yvir kanningar og fyrispurningar er langur, og hóast Starvsstovan hevði einar 6-8 grundgevingar fyri ikki at geva eina umhvørvisgóðkenning. Í hesum viðfangi skal rotononviðgerðin, sum týndi alt lív, havast í huga.


Fyri tað næsta er tað løgið - ella skelkandi - at ein landsstýrismaður, ella umsiting hansara, skal geva einum fakligum stovni boð um at gera eina umhvørvisgóðkenning eftir einum ávísum leisti!!! Ordri? Fyri tað triðja tykist løgið, at P.f. Hovsá kann halda fram at ala, eftir at Landsdjóralæknin bara gav eitt fyribilsloyvi at sleppa smolt út aftur á Vatnsnesi, tí ov nógv smolt var í kørunum í Grønadali, tí enn er umhvørvisgóðkenningin ikki sett í gildi!!!


Tað er nevniliga so, at bæði Sílaveiðifelagið, H.B. Danbjørg og P.f. Hovsá hava kært umhvørvisgóðkenningina fyri landsstýrismannin í umhvørvismálum. So nú er at vóna, at hann kemur til ta niðurstøðu, sum í longdini tænir føroyingum og føroysku náttúruni best, og hon er at fáa alla aling burtur úr vøtnum og byrgingum. Sjálvandi skulu alibrúkini fáa eitt rímuligt skopbrá, og møguliga eitt endurgjald, so tey kunnu byggja eina smoltstøð við rennandi vatni og kørum, sum í longdini er tann betra og bíliga loysnin.