Enn eru útlit fyri kava

Veturin nærkast og við honum kemur vindurin og kuldin

Eitt djúpt lágtrýst norðan fyri Føroyar fer í dag í ein landnyrðing. Eitt nýtt djúpt lágtrýst sunnan fyri Ísland fer hósmorgunin fram við Føroyum, og fríggjadagin fer eitt brúgvalag við regni framvið. Síðani streymar kaldari luft oman yvir Føroyar av útnyrðingi og norði.

 

Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið, men út á dagin lækkar hann í ein útsynningi og makar vindin niður í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 metrar um sekundið. Skýggjað og regn, men sum frá líður klárar í, verður samdrigið og ælaveður, og hitin fellur til millum 6 og 9 stig. Fríggjanáttina øtlar hann vindin aftur upp í strúk í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið. Hitin verður millum 5 og 8 stig, og tað verður skýggjað og regn av útsynningi.

 

Fríggjadagin verður fyrst strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið, men sum frá líður makar hann vindin niður í strúk í vindi av útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og regn av og á. Hitin um 10 stig. Um náttina andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Tað klárar í, men tó verður okkurt æli. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 metrar um sekundið, sum um náttina minkar nakað og snarar í ein útnyrðing. Samdrigið og ælaveður, um náttina partvís vátaslettingur. Hitin um dagin millum 7 og 9 stig, um náttina niður í 2 stig.

 

Sunnudagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi og norði, 3 til 8 metrar um sekundið, sum um náttina snarar í ein eystan og øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður, partvís vátaslettingur. Hitin um dagin um 5 stig, um náttina niður í 2 stig.

 

Mándagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Skýggjað og regn og hitin millum 5 og 8 stig. Um náttina yvirhøvur turt og skýggjað og hitin millum 6 og 9 stig.

 

Týsdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av eystri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin alt døgnið millum 8 og 10 stig.