Í gjár skrivaðu vit, at nú er rættilig ferð komin á flogferðsluna aftur, og at mai mánaði í ár hevði sett nýtt met. Ferðavinnan í Føroyum fær nógva umrøðu – og tað er ikki altíð fyri tað góða, tí tað eru tey, sum halda, at tað eru alt ov nógv ferðafólk her, í hvussu so er á summum støðum
Regin I. Jakobsen sigur í viðmerking, at samanbera vit okkum við onnur øki, eru okkara tøl í Føroyum í hvussu so er rættiliga smá enn.
Hann sigur, at hyggja vit at teimum 424.281 ferðafólkunum, sum ferðaðust um Vága Floghavn í 2019, síggja vit, at ein lítil helvt, ella 46 prosent, vóru búsitandi í Føroyum. Sjey prosent av teimum vóru føroyingar, sum búðu uttanlands og restin, ella 47 prosent, vóru útlendingar.
Tá ið vit tosa um ferðafólk, ið koma at vitja Føroyar at ferðast, er ikki vanligt at telja føroyingar við, hvørki teir føroyingar, sum búgva her, ella teir, sum búgva uttanlands og sum koma heim at vitja.
Tey 47 prosent av ferðafólkunum, sum ferðaðust um flogvøllin í Vágum í 2019, og sum vóru útlendingar, eru sostatt 199.412 ferðafólk í tali. Men her skal viðmerkjast, at flogvøllir, eisini Vága Floghavn, telja ferðafólk báðar vegir. Tað merkir, at í 2019 vóru tað umleið 100.000 útlendingar, sum komu við flogfari til Føroya.
Her er tó neyðugt at leggja afturat, at her eru allir útlendingar taldir við, eisini teir, sum komu til Føroya í arbeiðsørindum. Eitt nú fevnir hetta eisini um útlendingar sum arbeiða í Føroyum, ferðandi handilsfólk og so framvegis.
Tað eru eingi neyv hagtøl um hesi viðurskifti, men sambært eini rættiliga eftirfarandi meting, var talan um eini 70.000 útlendsk ferðafólk, sum komu til Føroya við flúgvara at ferðast í 2019
– Hetta ljóðar kanska av nógvum, men samanbera vit hetta við okkurt annað samfelag vit kenna, bliknar hetta tal nakað, sigur Regin I. Jakobsen. Hann vísir á, at á Bornholm eru eini 600.000 ferðafólk um árið. Og Bornholm er nógv minni enn Føroyar. Bornholm er nevniliga bara 566 ferkilometrar til støddar, men Føroyar eru 1.400 ferkilometrar. Á Borrnholm búgva sløk 40.000 fólk og í Føroyum búgva gott 53.000 fólk.
Í 2019 høvdu gistingarhúsini í Føroyum umleið 200.000 gistinætir, men á Bornholm høvdu gistingarhúsini einar 1,7 milliónir gistinætur. Ein gistinátt er, hvussu nógv fólk gista, og hvussu leingi tey gista. Tá ið 10 fólk gista í tríggjar nætur, er talan sostatt um 30 gistinætur.
– Hvørjum vit skulu miða eftir í Føroyum er kanska ilt at siga, men okkara tøl eru ikki høg, tá ið vit samanbera okkum við onnur ferðamál um okkara leiðir, sigur Regin I. Jakobsen.
Les meiri her: Nú er full ferð komin á aftur