Tann 21. januar í 1968 datt eitt amerikanskt B52-bumbuflogfar niður tætt við Thule-herstøðina í Grønlandi. Umborð á flogfarinum vóru fýra kjarnorkubumbur, og ein teirra kom ikki afturíaftur.
Tað sigurt bretska kringvarpið BBC, sum hevur tosað við John Haug og Joe D'Amario, sum vóru við amerikanska flogfarinum. Harafturat hevur BBC fingið atgongd til amerikonsk skjøl, sum higartil hava verið skrásett sum loynilig.
Spreingievnið, sum var uttan um tær fýra kjarnorkubumburnar, brast, tá flogfarið datt niður, men ikki kjarnorkuløðingarnar, og heimurin slapp tí undan einari ovirstórari kjarnorkuvanlukku.
Fleiri túsund petti av flogfarinum vórðu funnin teir fyrstu mánaðirnar aftan á vanlukkuna, og tað vóru danskir og grønlendskir arbeiðsmenn, sum ruddaðu økið. Herumframt varð ein rúgva av geislavirknum ísi flutt burtur haðani.
Tann almenna frágreiðingin hjá amerikanska verjumálaráðnum Pentagon var, at allar tær fýra kjarnorkubumburnar vóru "oyðilagdar", men skjølini, sum BBC hevur hugt í, vísa, at ruddingarmenninir funnu bara pettir av trimum teirra. Bumban, sum hevði verksmiðjunummarið 78252, var ikki at finna, og teir amerikonsku serfrøðingarnir stúrdu fyri, at hon var farin niður ígjøgnum ísin.
Danir hildnir uttanfyri
Tríggjar mánaðir aftan á vanlukkuna við Thule sendu amerikanararnir ein kavbát at leita eftir teirri fjórðu kjarnorkubumbuni. Sambært BBC vórðu donsku myndugleikarnir ongantíð kunnaðir um leitingina, og í skjølunum hjá Pentagon stendur beinleiðis, at um danir spyrja, skulu teir fáa tað svar, at kavbáturin gjørdi nakrar uppmátingar á havbotninum.
Bæði uran og plutonium vóru í bumbuni, sum hvarv við Thule, men skjølini hjá verjumálaráðnum í Washington vísa, at amerikanska herleiðslan stúrdi mest fyri, at sovjetskir kavbátar kundu finna bumbuna og fáa fatur á tøkniligum loyndarmálum í henni.
Amerikanski kavbáturin fann onga kjarnorkubumbu, og amerikanska metingin var, at heldur ikki sovjetskir kavbátar fóru at finna ta fjórðu bumbuna.
Í dag vil Pentagon ikki gera viðmerkingar til tíðindini hjá bretska kringvarpinum, men fleiri amerikanskar keldur vátta fyri BBC, at tann fjórða kjarnorkubumban bleiv ongantíð funnin.