Enn meiri kappróður í Hvalvík

Tað boðaði ikki frá góðum, tá bert tvey 10-mannafór róðu í Klaksvík. Hetta mundi helst vera fyrsta ferðin nakrantíð, at báturin ikki hevur róð á nakrari stevnu.

Í dag kann ein tíbetur staðfesta, at Havnarbáturin er mannaður og luttekur á fyrsta sinni í ár, og tað gera haraftrat tvær bátsmanningar í 6-mannaførum við kvinnum.

Annars luttakara seks 5-mannafør við dreingjum, fýra 6-mannafør við kvinnum, seks 5-mannafør við gentum, nýggju 5-mannafør við kvinnum, nýggjur 6-mannafør við monnum, fimm 8-mannafør og trý 10-mannafør - íalt 43 bátsmanningar.

Eftir róðurin handar bygdaráðslimurin, Asbjørn Djurhuus steyp til vinnandi bátarnar.