Fiskavirkisvinna
Í 2003 gjørdu Olga Biskupstø og Bjarni Mortensen eina kanning millum øll, sum gingu í 9. flokki og í 3. flokki í miðnámsskúlunum. Tilsamans vórðu 998 spurnarbløð send út, og av hesum vórðu 899 svaraði. Soleiðis var svarprosentið heili 90%.
- Henda kanningin vísir, at bert 3,2% av teimum ungu ynskja at arbeiða innan fiskivinnuna á landi. Býtt á kyn, er talan um, at einans 5,2% av dreingjunum og 1,7% av gentunum ynskja, at teirra framtíðarstarv skal verða innan fiskivinnuna á landi.
Hetta vísti Dennis Holm, granskari, eisini á í framløgu síni í Vinnuhúsinum í síðstu viku.
Hann segði, at heili 91% av teimum, sum vóru við í kanningini hjá Olgu og Bjarna, svaraðu, at tey ætla at fáa sær eina útbúgving. Hinvegin søgdu bert 1% seg ikki ætla at fáa sær eina útbúgving. 8% vistu ikki.
Dennis Holm vísti í síni niðurstøðu á, at nútímans samfelagið leggur upp til, at tann einstaki skal skapa eitt so gott lív fyri seg sjálvan sum gjørligt. Hendan stremban røkkur út um bygdarmarkið - og eisini út um landoddarnar.
- Í kanningini svara nógv – væl fleiri gentur enn dreingir, at tey ynskja at búseta seg uttanlands, tá ið tey eru liðug við at útbúgva seg.
Tey allar flestu ungu ynskja at nema sær eina útbúgving, soleiðis at tey kunnu fáa eitt arbeiði, sum gevur góða løn og sum førir við sær spennandi og avbjóðandi arbeiðsuppgávur.
- Hetta merkir í nógvum førum frával av arbeiði innan framleiðsluvinnurnar og somuleiðis eitt frával av teimum lokalsamfeløgum, sum eru fiskivinnusamfeløg, segði Dennis Holm.
Hann segði, at kanningarnar, sum Granskingardepilin og Olga saman við Bjarna hava gjørt, vísa, at ein munandi partur av teimum, sum arbeiða í fiskivinnuni á landi ynskja annað arbeiði – hóast trivnaðurin er góður.
- Verandi ættarlið í fiskavirkisvinnuni ynskir ikki, at børn teirra skulu arbeiða í fiskivinnuni á landi – og tey ungu, sum eru komandi ættarlið á arbeiðsmarknaðinum, ynskja heldur ikki at arbeiða í hesi vinnu.
Dennis Holm segði, at fiskivinnan á landi í framtíðini fer at fáa enn størri trupulleikar við at fáa føroyska arbeiðsmegi á virkini.
- Kanningin hjá okkum og kanningin hjá Olgu Biskupstø og Bjarna Mortensen koma við áhugaverdum niðurstøðum.Men hesar kanningar seta eisini fleiri nýggjar spurningar, segði Dennis Holm, granskari.