Enniberg hevur landað størstu svartkalvalastina nakrantíð

Enniberg var beint fyri ársskiftið inni í Corner Brook í New Foundlandi við góðu túsund tonsum av frystum svartkalva, sum teir høvdu fiskað fyri kanadiskt felag

Enniberg, sum hevur fiskað svartkalva fyri eitt kanadiskt felag, hevur landað størstu svartkalvalastina nakrantíð, 1.039 tons, í Corner Brook í New Foundlandi.

Hetta er tó ikki størsta nøgdin, sum verið hevur í skipinum, sigur Mortan Johannesen, sum eigur skipið. Teir hava havt 1.300 tons í einaferð. Men tað var saltfiskur, sigur hann.

Onkur rættiliga góður svartkalvatúrur hevur verið fyrr. Oman fyri 900 tons hava teir onkuntíð verið, men hesin túrurin er kanska tann størsti, sum nakað skip hevur gjørt eftir svartkalva yvirhøvur.

Svartkalvin verður avhøvdaður og frystur umborð.

Mortan Johannesen, reiðari, sigur, at túrurin var skjótur, og fiskurin nógvur, og tí ber helst til at fáa nøkur oyru burturúr. Um ikki so var, hevði einki serligt verið burturúr, tí prísurin er heldur lágur, letur hann at.


Royna annað

Enniberg fiskar vanliga eystan fyri. Tað vil siga í Barentshavinum. Men sum rímuligt er, er neyðugt at vera úti um seg, skal bera til at liva av fiskiskapi. So reiðaríðið hevur gjørt avtalu við eitt kanadiskt felag um at fiska av teirra svartkalvakvotu.

Hetta verður gjørt fyri fastan prís, sigur Mortan Johannesen. Tað vil siga, at Enniberg fiskar og førir fiskin til lands. Restina klára kanadiumenninir. Um teir so fáa meira ella minni fyri veiðuna, tá hon verður seld, ávirkar ikki prísin hjá Ennibergi.

Mortan Johannesen sigur, at kanadiska kvotan nú er uppfiskað, og at Enniberg helst fer at koma hendan vegin aftur nakað skjótt.

Tó var ætlanin at kasta á Flemmish Cap, helst í gjár, til tess at vita, um nakað er at fáa av kvotuni, vit eiga har yviri.


Kvotabýtið

Um úrslitið av samráðingunum um fiskirættindini eystan fyri, sigur Mortan Johannesen, at tað ger ikki tann stóra munin, um vit eru nøgdir við heildarkvotuna ella ikki.

Men hann harmast um, at teir, sum so at siga eiga tey søguligu rættindini til kvotuna í Barentshavinum, ikki fáa hana, alla sum hon er.

Tað hava altíð verið teir somu, sum hava roynt har eysturi. Og tá illa stóð til við fiski, bara teir somu. Men nú, eitt sindur frægari hevur sæð út, hava aðrir fingið burtur av, hóast teir »tradionellu« saktans høvdu klárað at røkt hendan fiskiskapin..


Ljósafelli eystanfyri

Nú Enniberg hevur verið vestan fyri, hevur hitt skipið hjá Mortani Johannesen, Ljósafelli, verið í Barentshavinum og fiskað av teirri kvotuni, sum Enniberg fór frá.

Mortan Johannesen letur at, at fiskiskapurin hevur verið heldur smáligur har eysturi seinastu tíðina. Ljósafelli er nýliga umbygdur soleiðis, at skipið nú er útgjørt sum frystiskip burturav. Teir skera flak og frysta umborð.

Ljósafelli er umbygdur, og tað hevur kostað nógvar pengar, so tann íløgan er rímuligt nakað, sum tyngir, sigur Mortan Johannesen.


Djúpa vatnið

Annars hevur Ljósafelli í nøkur ár fiskað meira ótradionelt. Teir hava roynt eftir djúpvatnsfiski á Hattonbanka.

Men tað mynstrið, við at ísa umborð, varð ov dýrt, sigur Mortan Johannesen. Tað nógva av inntøkuni fór út aftur gjøgnum skortsteinin, tí ov nógv sigling var.

Kortini hava teir ikki heilt slept hesum.

Nú, Ljósafelli er útgjørdur til frysting umborð, ber til at skera flak av hesum fiskinum og frysta. Tað er ætlanin at royna hetta, sigur Mortan Johannesen.

Men eisini á Hattonbanka er fiskiskapurin minkaður seinastu árini. Og teir fronsku trolararnir, sum plagdu at royna á leiðini, eru eisini vorðnir ódrúgvari í seinastuni, sigur Mortan Johannesen.


Útlitini

Onkur er, sum longu nú er farin at tosa um góð útlit fyri fiskaprísum í 1998.

Men her heldur Mortan Johannesen, at nógvir faktorar kunnu fara at spæla inn.

Í løtuni er ikki tann stóra nøgdin væntandi, tí kunnu keyparar kanska tosa um góðan prís. Men russar byggja nógv nýggj skip, sigur Mortan Johannesen. Og fara teir at tveita alla teirra veiðu á bretska marknaðin, man tað fara at merkjast í prísunum, heldur hann og mælir til at taka tað eitt sindur róligt.

Um árið, ið júst er farið, sigur Mortan Johannesen, at hjá Ennibergi og Ljósafelli gekk tað soleiðis, at tað fekst fyri raksturin.