Ensk ávirkan á føroyskt mál

Sætti fyrilesturin í røðini, Setrið á ferð, verður í Fuglafirði mikukvøldið, tá Jógvan í Lon Jacobsen fer at halda fyrilestur um mál

fyrilestur

Fyrilestrarrøðin er partur av 40 ára føðingardagshaldinum hjá Setrinum, og verður sætti fyrilesturin í røðini á Bókasavninum í Fuglafirði mikukvøldið 19. oktober kl. 20. Tá fer Jógvan í Lon Jacobsen, adjunktur í málfrøði á Føroyamálsdeildini at halda fyrilesturin »Føroyskt í altjóðagerðini - Hugburður til enska ávirkan á føroyskt.«
Fyrilesturin byggir á ein felags norðurlendsku verkætlan »hugburður til ensk tøkuorð í teimum norðurlendsku málunum«. Jógvan hevur gjørt kanningarnar í Føroyum, og fer hann at taka fram nakrar niðurstøður burtúr úr tí kvantitativa partionum av verkætlanini, t.e. úr eini meiningakanning.
Vinkulin er tann samfelagsmálvísindaligi (sosiolingvistiski), og tí er spurningurin: í hvussu stóran mun síggja vit nøkur samfelagslig mynstur i kanningini um nýtslu av og hugburði til ensk orð í føroyskum. Er nakað samband millum mál og samfelag? Er hugburður og nýtsla treytað av samfelagsligari støðu í breiðari merking (inntøka, útbúgving, kyn, aldur, hvar fólk búgva og um fólk hava teldu og internet.)
Jógvan í Lon Jacobsen er mag.art. í norrønari málfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya og Københavns Universiteti. Hann hevur verið formaður í málnevndini frá 1998 til 2004. Hann hevur verið í starvi á Fróðskaparsetrinum síðani 1998. Hann er við í eini felags norðurlendskari granskingarverkætlan um enska ávirkan á norðurlandamálini.

Meðan arbeiðssteðgur er verða eingir fyrilestrar í Suðuroy, Sandoy og í Klaksvík. Teir fyrilestrarnir, sum verða raktir av arbeiðssteðginum, verða á skránni seinni í heyst.