Eplafestivalurin, sum skuldi verða í Trøðum á Sandi og seinni um dagin og út á kvøldið í bygdini á Sandi, er útsettur vegna vánaligu veðurútlitini til morgindagin.
- Tíverri eru vit noydd at boða frá, at vegna veður verður Eplafestivalurin útsettur til næsta leygardag, hin 11. oktober, og tá síggjast vit.
Nakað soleiðis verður sagt á Facebook-vanganum hjá Eplafestivalinum, sum hevur til endamáls at varpa ljós á heystið og grøðina.
Sambært teimum, sum viðmerkja á tráðnum á Facebook-vanganum hjá Eplafestivalinum, skilja fólk væl hesa avgerð.
- Eg vónaði tað... Ein góð avgerð... Hetta er væl skilt... eru útsagnir, sum tú sært á vanganum eftir avgerðina um at útseta frálíka heysttiltakið á Sandi.
##med2##
Áhugabólkurin, sum fyriskipar Eplafestivalin, hevur lagt eina forvitnisliga skrá fyri dagin, sum kann síggjast á Facebook-vanganum.
Tiltakið, sum nú verður leygardagin hin 11. oktober, byrjar í Trøðum klokkan 10, og her verður hildið fram til klokkan 16 seinnapartin.
Síðan flytir Eplafestivalurin yvir í bygdina á Sandi, og her verður eisini nógv ymiskt á skránni - til allar aldursbólkar.











