Epot og Happy konsert í Margarinfabrikkini í Havn

Dupult konsert við »Epot« og »Happy?« - tveir nýggir tónleikabólkar úr Havn, sum vit uttan iva fara at hoyra meira til framyvir ? og diskotek fyri ung verður í Havn

Margarinfabrikkin skipar fyri konsert leygarkvøldið 11.3. kl. 21-02. Aldursmark 13-18 ár. Atgongumerki kostar kr. 40,- tó fyri limir kr. 20,-. »Happy hurð« frá kl. 21-22, atgongumerki fyri 1/2 prís!

Margarinfabrikkin er rúsfrítt umhvørvi, tí sleppur tú ikki inn við rúsevni! »Hví drekka seg skít býttan, meðan tú ert ungur og vakur«.

Vit hava eisini barnadiskotek fríggjadagin 10.3. kl. 18.30-21.30. Aldursmark 8-12 ár. Atgongumerki kr. 20,- tó limir kr. 10,-.

Margarinfabrikkin er frítíðarvirksemi fyri børn og ung, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri.

Opið er dagliga frá kl. 13-18 fyri børn 8-12 ár. Kl. 18-22 fyri ung 13-18 ár.