Er bindandi fyri báðar partar

­ Ávís grundleggjandi mál eru í eini høvuðsavtalu, sum skapar tryggleika - ikki bert á arbeiðsmarknaðinum, men í samfelagnum sum heild. Tað áliggur eins væl arbeiðsgevarum og arbeiðstakarum at viðurskiftini eru í lagi, sigur landsstýrismaðurin

Karsten Hansen vísir á, at júst trupulleikarnir í hesum døgum, nú alt er á gosi um høvuðsavtaluna hjá Lærarafelagnum, kundu verið forðaðir, um ein slík avtala var í gildi.

­ Harnæst geva slíkar avtalur møguleika fyri at skipa ein langtíðar planlegging, og bindir arbeiðsgevaran at virða síni arbeiðsfólk, so tað ikki kemur til skarpskeringar, sigur landsstýrismaðurin.


Bót er ikki nevnt í høvuðsavtaluni

­ Er tað rætt at hótta við samsýning, sum fakfeløgini tulka sum at áleggja limunum bót, um verkfall verður lýst?

­ Orðið bót er ongastaðni nevnt í høvuðsavtaluni. Tosað verður um samsýning. Talan kann verða um arbeiðsmiss hjá báðum pørtum. Um t.d. arbeiðsgevarin lýsir verkbann, so er hann pliktaður at veita arbeiðsfólkunum samsýning.

­ Kann tað ikki eisini vera ein háttur at minka um framleiðslukostnaðin?

­ Sjálvandi skulu arbeiðsgevarar umhugsa at reka virkini so ódýrt sumtil ber, men tað skal eisini gerast forsvarligt og tryggja, at eingin verður fyri vanbýti av hesum. Eg skilji kortini ikki, hví fakfeløgini eru so ósamd um hetta, tí talan er ikki um lønarlækking, men um - sum í okkara føri í almennu umsitingini, at gera skrivstovuveldið meir brúkaravinarligt, og atkomiligt, sigur Karsten Hansen.


Einki stríð millum lønarsamráðingarnar

­ Ert tú fyri at øll fakfeløg skulu hava høvuðsavtalu?

­ Eg haldi hetta vera eina góða skipan, sum skapar frið á arbeiðsmarknaðinum. Høvuðsavtalur hava eisini ávísa longd, og tí verða færri mál at stríðast um, millum sáttmálasamráðingarnar.

­ Talan er um tveir partar arbeiðsgevarar og -takarar, sum stríðast móti hvør øðrum, men slík avtala leggur upp til at einki kríggj er neyðugt, um høvuðsavtala er galdandi.

Landsstýrismaðurin skilir als ikki, at fakfeløgini tosa um »vit» og »hini».

­ Eg kenni meg t.d. ikki sum sum mótpartur til handverkarar o.a. , hóast eg eri landsstýrismaður.

­ Tú ert eisini arbeiðsgevari sum landsstýrismaður í fíggjarmnálum?

­ Eg havi fingið ábyrgd sum arbeiðsgevari fyri alment sett starvsfólk, men eg havi eisini ábyrgdina at handverkarin fær tað hann eigur, og at tað almenna brúkar skattapeningin rætt.


» Vit og hini» fyribrigdið

­ Eg haldi, at vit skulu koma burtur frá at tosa um fyribrigdið: vit - hini, tí vit hava bert eitt samfelag, og skulu liva her í sátt og semju, sigur Karsten Hansen.

Hann heldur at trupulleikin er at arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar ikki hava álit hvør á øðrum, og at tað er orsøkin til ósemjurnar.

­ Um fakfelagsfólkini læsa seg fastan í at øll hini eru lúsakjálkar, so er tað skeivt. Eg havi sjálvur verið fakfelagsformaður í 12 ár, og veit, hvat eg tosi um, sigur landsstýrismaðurin.


Ikki ein treyt

­ Fert tú at mæla til at øll fakfeløg skulu hava høvuðsavtalu?

­ Tað er ikki ein treyt, at øll skulu tað, men tá vit hava samráðst við Lærarafelagið og báðir partar eru nøgdir, kann tað ikki verða betur.

­ Koma hini feløgini við øðrum treytum, so eru tey vælkomin at samráðast um, hvussu viðurskiftini skulu vera.

­ Vit hava okkara upplegg og tey hava sítt, og so tosa vit okkum til rættis, sigur Karsten Hansen.


Sjeymannanevndin

­ Gamla Landsstýrið setti eina sjeymannanevnd at gera uppskot viðvíkjandi ósemjur á arbeiðsmarknaðinum. Er tann nevndin til enn?

­ Tað er nevndin avgjørt, men sum eg skilji er hon ikki farin til arbeiðis, og tað fari eg at kannabeinanvegin, sigur landsstýrismaðurin.