Er danska stjórnin við at avmontera ríkisfelagsskapin

John William Joensen, Formaður í Norðoya Sambandsfelag
------

Málið um fígging av Heilsuøkinum, sum framhaldandi er danskt málsøki, hevur av donsku myndugleikunum – eftir umbøn úr Føroyum verið niður raðfest.
Niðurlagingin av blokkinum, sum beinleiðis verður nýttur til at rinda fyri donsk ábyrgdarøki í Føroyum, er við at koyra alt tos um føroyskt sjálvbjargni av sporinum. 
Skiftandi føroysk landsstýrið hava yvirtikið ábyrgdarøki og harvið eisini fíggingina av fleiri og fleiri ábyrgdarøkjum til frama fyri land og fólk. Allir flokkar uttan Tjóðveldi hava verið samdir um hesa varligu kós móti størri sjálvbjargni, men nú er spurningurin um danska stjórnin er um at skeikla hesa tilgongdina. Við ikki at liva upp til sína ábyrgd av eitt nú Heilsuøkinum, hevur danska stjórnin í veruleikanum stuðlað undir eini gongd, sum kann máa støðið undan gongdini til politiskt og búskaparligt sjálvbjargni.
Heilsuøkið sum er sjálv ímyndin av norðurlendska vælferðarsamfelagnum, fer komandi árini at hava stóran tørv fyri fígging – serliga í Føroyum – har vit á so mongum økjum eru eftirbátar. So leingi sum danska stjórnin hevur ábyrgd av Heilsuøkinum er neyðugt at stjórnin eisini skilir tørvin hjá føroyska samfelagnum. Um danska stjórnin saman við føroyska Javnaðarumboðinum í Fólkatinginum ætla at føroyingar í hesum tíðum skulu sigla sín egna sjógv á heilsuøkinum er vandi fyri at føroyska tilgongdin til sjálvbjargni kemur í álvarsaman vanda. 
Norðoya  Sambandsfelag fer tí at heita á løgtingslimir um at standa saman við landsstýrinum í áheitan tess á donsku stjórnuna um at kenna sína ábyrgd og at veita føroyingum tað trygd, at so leingi sum Heilsumál er danskt ábyrgdarøki fara danskir myndugleikar at liva upp til sína ábyrgd.
Tað hevur týdning fyri alt føroyska samfelagið at allir týðandi táttir í samfelagnum í hesum døgum fáa tað fíggjarliga rásarúm sum neyðugt er. 
Við vón um at vit og skil vinnur frama.