Er du blevet røg-forgiftet Marianne Telling?

   

Nei, onki er tað, tað deiliga menniskja Marianne Telling, prestur í Vági, ið ikki tolir tann føroyska dieselroykin, at hon heldur vil fara til royk-osan í Kjøpenhavn? tí tað liggur jú nakað heilt annað aftanfyri, og tað er tað, at hon er gift við einum fanatikara og Bach-virtuosi, Claus Telling ? ið ikki tolir royk ? sum er eitt geni ? innan tónleik ? og tíverri ? bara tað.
Originalur, má sigast. ? Tíverri altso, vit hava jú brúk fyri sovornum talentum, serliga í Suðuroy, og Stóra Pakkhús, sum hevur eitt flunkandi nýtt flygel (klaver) av flottasta slag, var, ella er hann spesialistur at tangentera uppá, og hevur fingið bæði Brand og Trónd Enni, og fleiri aðrar topp musikkarar (m.a. Edv. N. Debes) og sangarar lokkandi til hetta flotta flyglið, ja tað er bara spell, at man missir slík talentir. ? Men, men ? tá eg hoyrdi at Claus Telling hevði bjóðað Sumbiar kirkju tað gamla orglið frá 1872, ið stóð í olmussu-kirkjuni á Kirkjukletti í Vági, (tann kirkjan stendur nú í Hovi, har hovbingar taka sær væl av henni), tí orglið í Sumbiar kirkju var falskt ? tann eina dagin hann varð biðin um at spæla har suðuri, tá hvakk eg við.
Søgan um tað gamla orglið, sum kom heim til Vágs við einum kornskipi, er víða kend og nógv skrivað um í ymsum bókum ? er loksins blivið restaurerað fyri nógvar pengar ? og tað biður Claus Telling bara sumbingar fara avstað við, »for det står der til ingen nytte«.
Nei, gott er Claus, hav tað gott í royk-osanum í Kjøpenhavn og Marianna, takk fyri tíðina tú var her, og blíðan byr framyvir, ? tú kom tó at læra føroyskt hetta eina árið, vælgagnist.