Refusiónsskipanin / afturberingin frá DK til FØ varð í 1988 umløgd til Blokkstuðul skipan. Tey fyrstu árini var Blokkurin um eina milliard kr. árliga, men fá ár seinni, eftir ynski úr FØ, niðurlagaður til 6-700 mill. kr. árliga, og tað helt sær fram til ár 2022, tá sitandi samgonga lækkaði Blokkin við 25 mill. kr. um árið, í 2023, 2024 og 2025. Blokkurin er í dag 577 mill. kr. árliga. Í tí samlaða Blokk tíðarskeiðnum, 1988 – 2025, hevur Blokkstuðul skipanin goldið umleið 25 milliardir kr. til FØ. (Kelda Politik og regering i Danmark)
Henda Blokkstuðul skipan hevur í øll hesi árini staðið sum ein fíggjarligur garantur í tí almenna geiranum í FØ. Og fyri at seta tær árligu Blokk upphæddirnar eitt sindur í perspektiv, so geva tær fýra sístu árligu Blokk upphæddirnar fyri ár 2022, 2023, 2024 og 2025 tilsamans eina upphædd áljóðandi 2,5 milliardir krónur, ella nakað tað sama sum bæði Eysturoyar og Sandoyar tunnlarnir kostaðu tilsamans.
Forskatting av inngjaldi til eftirløn og trælanípan
At vit ikki hava ein sjálvberandi búskap, gongur sjón fyri søgn. Fíggjarmálaráðharrin tók 1. jan. 2012 stig til eina eyka lóg um forskatting av inngjaldi til eftirløn, fyri á tann hátt at royna at fáa javnvág í fíggjarlógina. Tað eydnaðist kortini ikki at sleppa av við hallið á fíggjarlógini í tíðarskeiðnum 2012 – 2025, men pensiónsgrunnurin bleiv drenaður fyri 5,4 milliardir kr. (Kelda Fíggjarmálaráðið).
Ongin av okkara grannum ger brúk av ”forskatting av inngjaldi til eftirløn”, tí teir vilja hava tryggar karmar um teirra pensiónsgrunnar, ið eisini veita landinum fíggjarligan stabilitet og rásarúm. Forskatting av pensión er fíggjarliga at sleppa komandi pensionistum upp á fjall, tí mann heystar tað, ið skuldi verðið sáað. Hetta fær ein at hugsa um EEC vælferðarvísuna frá trýssinum, har tað eina ørindi ljóðar nakað soleiðis: ”Onki stríð av teim gomlu og sjúku oh nei / trælanípan er meira bekvemm. / Tey vit gippa útav, / søkkja tey undir kav. / Har er onki hjá gomlum at fá.” (Skrivað eftir minninum).
Tjóðarsemja
Tjóðarsemjan, sum stendur fyri framman, leggur hjá nøkrum upp til, at Føroyar skulu taka seg úr ríkisfelagsskapinum longu nú, og at vit samstundis skulu taka fulla ábyrgd av okkum sjálvum á øllum økjum.
Fyri at verða tikin í álvara, sum sjálvberandi eind ella statur, má mann fyrst kunna vísa á ein langtíðar sjálvberandi búskap, uttan blokkstuðul og forskatting av pensiónum, og nakað sum Føroya fólk eisini tekur undir við.
Undir verandi umstøðum verður tí ein tjóðarsemja mest sannlíkt ein nútíðargerð av ríkisfelagsskapinum, við størri sjálvræði og rættin til meiri fjøltáttaða umboðan viðvíkjandi limaskapum.
Skulu vit hava ringa samvitsku av, at vit enn taka ímóti hesum blokkstuðli? Nei, tað skulu vit ikki, tí hetta er ein avtala landanna millum, og teir herðar, sum bera henda blokkstuðul í DK, eru framvegis figgjarliga breiðari enn okkara, og teir hava sum so heldur onki ímóti at hjálpa okkum nakað longri á leið til ein sjálvberandi búskap.
At føroyingar trívast í tí frælsi sum ríkisfelagsskapurin faciliterar, framgongur av vali av passi, tí nógv teir flestu føroyingar velja tað reyða DK EU passið við hartil hoyrandi frælsi og rættindum, framum tað grøna FØ passið.
Annars er ríkisfelagsskapurin ikki ólíkur tí fyribrigdi, sum vit kenna so væl her heima á klettunum, har tær smærru bygdirnar njóta gott av at vera partur av eini størri eind, uttan tó at vera happaðar fyri tað.
Tunnil til Suðuroyar
Ein tunnil til Suðuroyar er mest realistiskur innan fyri verandi ríkisfelagsskap, og við Blokkstuðli nakað enn.Tunnilin kann tí verða fíggjaður við blokkstuðlinum, (heilt ella partvíst), sum eitt slag av ”egnsudviklingsstøtte”, og síðani lata tað verða upp til teir valdu politikarnar at avtaka forskattingina av inngjaldi til eftirløn, og at snikka ein langtíðar sjálvberandi búskap, uttan blokkstuðul. Við at lata hetta standa sína roynd í praksis, kunnu vit síggja hvussu leikur fer.
N.B. Blokkstuðulin er p.t. 577 milliónum árliga, og má ikki avtakast í ótíð, tvs, áðrenn vit hava fingið útbygt landið javnbjóðis, har Suðuroyggin er blivin ein integreraður partur av Føroyum.
Regin Eikhólm, 18.03.2026











