Nú siga serfrøðingar, at eingin tímir at lesa eina so langa grein og serliga ikki tá íð hon bara er spekkað við fakligum upplýsingum. Men vit, sum fingu høvi at snodda til samráðingarnar. kunnu fara inn á tað regluna, sum viðkemur okkum og her vil Ellintur Abrahamsen breggja sær av at hava vunnið 0,25 part afturat til 2. stýrimann á nótabátunum.
Men hvør er veruleikin? Ein Pyrrhus sigur.
Á makrelveiðu í januar mána 2002 fekk 2. stýrimaður á Jupiter kr. 157.000 + frítíðarløn kr. 18.850 við at fáa 1,25 partar - íalt kr. 175.850
Í januar mána 2003 fær 2. sýrimaður á Jupiter við 1,5 parti kr. 54.000 + frítíðarløn kr. 6.480 - íalt kr. 60.480 og har kemur ikki meira nú, tí makrelurin er farin suður um tað markið, sum nótaskipini hava loyvi at koma til.
Munin streikaði Ellintur Abrahamsen burtur við millum lítlari og ongari undirtøku frá limunum. 1. stýrimennirnir á teimu størru nótabátunum máttu gjalda við at fara níður í hýru.
Prísurin, sum 2. stýrimaður á Jupiter mátti gjalda bara í januar mána 2003 fyri tvørheitina hjá formanninum er kr. 115.370. Tað eru 8 nótaskip við 8 2. stýrimonnum. Afturat hesum koma 8 reiðaríir, sum hava mist stórar inntøkur (og hetta var sjálvandi endamáli) fyri ikki at tala um tey samfelagsvirðir, sum eru farin fyri skeyti og ongantíð koma aftur.
Í gerandisdegnum arbeiða manningar og reiðaríir ógvuliga væl saman og nógvir batar verða gjørdir í sáttmálaskeiðinum við einum gevandi samarbeiði ímillum arbeiðsgevara og arbeiðstakara, men tá íð feløgini koma upp í fær tað ongan enda, fyrr enn annar parturin liggur eftir á. Niðurbrótandi arbeiðskampar, endaleysar samráðingar um smáting og undirskriving av sáttmálum í svøvnrúsi hoyra eini farnari tíð til. Samarbeiði um felags mál hoyra framtíðini til.
Tvørir fakfelagsformenn eiga ikki einsíðað at kunna leggja eitt samfelag lami. Tað er einki lutfall millum tey smáting, sum verða nýtt til at steðga einum samfelag við og tey virðir, sum eru í vanda ella beinleiðis fara fyri skeyti. Tapini verða ongantíð innaftur-vunnin. Tí mugu aðrar leiðir finnast og tær finnast.
Tí er spurningurin um ikki bæði arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar á fiskivinnuøkinum áttu at tikið seg burtur úr sínum feløgum og saman gjørt teirra egna forum, har framtíðar samarbeiðshættir vera mentir og avtalaðir út frá teimum veruligu umstøðunum og teimum felags áhugamálunum, vit hava - í staðin fyri beinhart fakfelagstyranni.
Men ein slík nýhugsan krevur dirvi. Hon kann hava arbeiðsloysi við sær - millum tey, sum skulu liva av ósemjum.