Er errin av soninum

FÓTBÓLTUR Foreldrini hjá Gunnari Nielsen hava altíð stuðlað soninum. – Men vit settu sum treyt, at hann skuldi taka minámsútbúgving, sigur pápin Finn Nielsen

Tá ið dysturin millum Manchester City og Arsenal byrjaði leygardagin, setti Finn Nielsen í Havn seg at hyggja. Sonurin Gunnar sat á beinkinum sum málmaður, og pápin hevur tí alla tíðina fylgt væl við, hvussu gongst hjá liði hansara Manchester City.
Finn Nielsen sá teir fyrstu 60 minuttirnar av dystinum, men noyddist so at fara.
Ikki visti hann, at sonurin 10 minuttir seinni kom inn í málið og helt tað reint teir 22 minuttirnar, sum eftir vóru av dystinum.
- Eg havi verið úti og leitað á netinum, men havi bara funnið okkurt smávegis frá dystinum. Dysturin kemur ikki út á netið fyrr enn um einar tvær vikur, sigur Finn Nielsen.

Hegni krevst
Fótbóltsspælarar, sum eru so hepnir og dugnaligir at koma í Premier League, vóna alla tíðina at sleppa á vøllin. Finn Nielsen fæst ikki at siga, um tey høvdu væntað, at Gunnar slapp í málið, men hann hevur frammanundan spælt bæði við Blackburn og við eykaliði hjá City.
- Tað ber ikki til at fáa sáttmála við slík lið, uttan so at spælarin hevur gávur, sigur Finn Nielsen.
Gunnar Nielsen var bara 15 ára gamal, tá ið hann fór til Danmarkar á fótbóltsskúla saman við trimum vinmonnum, sum allir fóru at spæla við Frem.
Sum smádrongur spældi hann við HB.

Stuðlaður heimanifrá
- Vit hava altíð stuðlað honum í fótbóltinum, men vit settu sum treyt, tá ið hann var liðugur við fótbóltsskúlan, at hann skuldi fáa sær eina miðnámsútbúgving. Aftaná tað var hann nóg vaksin til, sjálvur at ráða, sigur Finn Nielsen.
Tá so Gunnar hevði tikið miðnámsskúlaprógv, fór hann á handilsskúla í Ishøj uttan fyri Keypmannahavn. Hetta er ein handilsskúli fyri elituítróttarfólk, og øðrvísi við hesum skúla er, at tað verður ikki kravt líka nógv uppmøting. Hugt verður bara eftir, hvussu næmingurin stendur seg.
Gunnar tók hægri handilsskúlaprógv og kundi so fara víðari.
Nú er Gunnar Nielsen 23 ára gamal. Hann hevur føroyska unnustu, og tí væntar Finn Nielsen næstan, at sonurin eina ferð kemur heim aftur til Føroya at búgva. Men hann kemur neyvan, so leingi hann roynir at gera professionella karrieru.
Nú bíðar familjan hjá Gunnari bara eftir at frætta, um Gunnar aftur sleppur at royna seg i málinum. Manchester City hevur tríggjar tydningarmiklar dystir eftir, og kanska skal Gunnar Nielsen spæla teir dystirnar.