Tað kom sum ein skelkur, at játtanin til Ítróttarsamband Føroya skuldi verða skerd við 1,8 millónum krónum niður í 560.000 krónur. Og ikki bara tað ? ætlanin fyri 2001 og 2002 er sama skerda upphædd.
Sum nývaldur ítróttamálaráðharri bleiv Signar á Brúnni bjóðaður við til ársaðalfund hjá ÍSF í 1997 sum gestur. Stjórn ÍSF valdi at heiðra henda mann og sum vera man, so helt hann eina takkarrøðu, har hann m. a. segði, hvussu rørdur hann var at fáa júst hesa gávu. Hann umrøddi leystliga játtanina á fíggjarlógini og segði, at hann heilt greitt var av teirri fatan, at ÍSF fekk ov lítla játtan, og vildi hann virka fyri betri korum.
Líka so rørdur Signar á Brúnni var henda dag, líka so kaldur og kyniskur hevur hann verið, tá hann við einum stroki hevur skert játtanina til ÍSF.
Eg gangi út frá, at hann kann standa inni fyri teimum viðmerkingum, sum standa í Løgtingsfíggjarlógini undir punktunum 7.24. 6.01 (Fótbóltssambandið) og 7.24.6.04 (ÍSF).
Citat 7.24.6.01: ?Fótbóltssambandið er hægsti myndugleiki í øllum fótbóltsviðurskiftum í Føroyum. Fótbóltssambandið er savnandi felagsskapur fyri fótbóltin, skipar fyri kappingum o. t., stuðlar og mennir fótbóltin og umboðar Føroyar í altjóða høpi.?
Citat 7.24.6.04: ?Ítróttarsamband Føroya er savnandi felagsskapur fyri allan ítrótt í Føroyum og umboðar tilsamans um 15.000 virkin ítróttafólk í 120 feløgum og 23 ítróttagreinum kring oyggjarnar. Hesi eru savnaði í 10 sersambond og fýra deildarsambond undir ÍSF.?
Lat meg siga beinan vegin, áðrenn eg fari víðari, eg vil við hesum viðmerkingum ikki gera nakað klandur millum fótbóltin og allan annan ítrótt. Vit hava altíð havt eitt gott samstarv og vóni eg, at tað heldur fram.
Fyrst av øllum skal sigast, at ÍSF er felagsskapur fyri allan ítrótt ? eisini fótbólt. Harnæst sær tað út sum um Fótbóltssambandið er einasti felagsskapur, sum ger nakað ítøkiligt fyri føroyskan ítrótt við kappingum, stuðlan, mennan og ikki minst umboðan av Føroyum í altjóða høpi ? eftir Løgtingsfíggjarlógini at døma.
Vit kunnu nevna nógvar aðrar ítróttargreinar undir ÍSF, sum gera júst tað sama, og kanska koma heim aftur við enn betri úrslitum. Sum dømir kunnu nevnast Oyggjaleikir, har vit ár eftir ár vinna fleiri heiðursmerkir í nærum øllum ítróttargreinum ? og har er okkara fótbóltur als ikki við, Norðurlandakappingar har svimjing, judo, frælsur ítróttur, súkk-ling og ikki minst bogaskjóting hava gjørt seg galdandi. Longur úti í heimi hava vit eisini staðið okkum væl í øðrum enn fótbólti. Heldur ikki skulu vit gloyma stóru avrikini, sum ÍSB hevur gjørt í mong ár til bæði EM, HM og OL.
Er hetta ikki at umboða Føroyar í altjóða høpi í øðrum ítróttagreinum enn júst fótbólti???
Játtan og aðrar inntøkur
Tá tíðirnar blivu verri her á landi fóru allar játtanir á Løgtingsfíggjarlógini niður ? eisini til ÍSF. Men trupulleikin var bara, at henda játtan fylgdi ikki við, tá fleiri aðrar játtanir fóru upp aftur. Og tá útlit ikki vóru fyri hesum, tók ÍSF sjálvt stig til at finna aðrar inntøkukeldur ? og tað var av berari neyð, tí vandi var fyri, at ítrótturin fór at líða bakkast.
Nú tá alt var komið undir land og vón aftur var fyri framman, blivu beinini sparkaði undan ÍSF. Takkarlønin fyri alt arbeiði at fáa aðra inntøku var ein skerd játtan. Ikki bara tað ? av teimum pengum, sum ÍSF hevur fingið sáttmála um at fáa til landið eru skerdir við 20% til FUR og 20%, sum fara beint út aftur til landsstýrismannin at umsita. Sostatt kunnu vit siga, at hann hevur fingið eina eykajáttan til Undirvísingar- og Mentamálastýrið á 3,6 milliónir til næsta ár ? 1,8 millión av veddingapengunum og 1,8 millión frá ÍSF.
Hvar fer so hesin peningur? Tann fyrsta milliónin fer til at veksa um egnu umsiting ? sum um hon ikki var nóg stór frammanundan. Restin fer til onnur ikki upplýst endamál ? ítrótturin er ikki millum teirra.
Fótbólturin stendur við somu játtan á Løgtingsfíggjarlógini, sum árini frammanundan.. Fær hann ikki aðrar inntøkur eisini???
Fylgjurnar
Hevði landsstýrismaðurin ómakað sær at hugt at fíggjarlóg íSF, hevði hann sæð, at tann til ár 2000 játtaða upphæddin so dánt er til rakstur av íSF-húsinum (lán, viðlíkahald, skrivstovuhald, løn og reingerð). Eftir verða null krónur at bíta til ítróttararbeiði, t.v.s. at øll grundin undir rakstri og kappingafyriskipan í ser- og deildarsambondunum er í stórum vanda fyri álvarsligum afturstigum.
Fyri Skjótisambandið, sum varir av byrsu- og bogaskjóting, vil tað siga, at vit als ongan møguleika hava at fara undir tær ætlanir, sum vit hava sett út í kortið fyri tey næstu mongu árini. Og berst illa á, so steðgar alt virksemi i okkara ítróttum.
Her vil onkur siga, at vit í staðin hava veddingarpeningin at arbeiða við. Rætt er tað, men enn hava vit ikki sæð eina einastu krónu. Fyrstu veddingarpengarnir komu til landi fyri meiri enn einum ári síðan og hava teir ligið úti í Landskassanum síðan. Vit bíða í spenningi eftir teimum (kanska skuldu vit kravt rentur av teimum eisini, tað kundi kanska givið okkum einar 300.000 krónur eyka).
Hóast hesar pengar ger skerjingin, at stórur partur av ætlaða menningararbeiðinum í teimum ymsu ítróttunum verður tarnað. Vit koma at standa í stað fleiri ár fram og vandi kann verða fyri, at onkrar ítróttagreinar detta niður fyri og heilt halda uppat.
Tann størsti vandin er helst, at játtanin ongantíð verður hækkað aftur, eftir at veddingapengarnir frá Dansk Tipstjeneste eru lækkaðir til umleið helmingin av í dag verandi upphædd ? og lækkingin er væntandi í nærmastu framtíð.
Kann ein ítróttarmálaráðharri liva við slíkum???
Hvat sigur verjin fyri føroyskan ítrótt ? løgmaður ? til hetta???
Eg vil heita á ítróttarmálaráðharran og allar landsstýris- og tingmenn um at bakka ÍSF upp og siga virðiliga ?orsaka ? hatta var ein misskiljing?, og so broyta hasa láturligu upphæddina til í minsta lagi tað, sum hon var fyri árið 1999.
Í hesum døgum verður so nógv tosað um ein almennan starvsfólkapolitik. Eg fari at heita á ítróttarmálaráðharran um at fáa gjørt ein ítróttapoltik, so vit kunnu hava nakað ítøkiligt at halda okkum til.
At enda vil eg biðja tingmenn og ?kvinnur hava í huga orðini hjá Jens Paula Heinesen, tá hann fyri fáum døgum síðan hevði fingið sína virðisløn: ?_øll hava brúk fyri einum herðaklappi_? - tað eggjar okkum at halda á fram í royndunum at røkka tey mál, sum vit hava sett okkum.
Við ítróttarkvøðu
Schandorff Vang, formaður,
Skjótisamband Føroya