Er fegin um at sleppa at døma steypafinaluna

(Rás2) Hoyr eitt prát, sum Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt við fótbóltsdómaran, Petur Reinert

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt prát, sum reportarin hjá Rás2, Petur Asbjørn Lervig hevur gjørt har hann prátar við Petur Reinert, sum skal døma finaluna í kappingini um løgmanssteypið millum B36 og NSÍ, sum byrjar klokkan 19.45 leygarkvøldið. Rás2 sigur frá dystinum.

Petur Reinert er sera fegin um at hava fingið møguleikan at døma steypafinaluna aftur, sum er størsti dysturin í tí føroyska fótbóltsárinum.

Petur Asbjørn Lervig og Petur Reinert umrøddu eisini ta atfinningina, sum nógvir dómarar hava verið út fyri, ikki minst á teimum sosialu miðlunum. Petur Reinert heldur, at alt ov ofta fara fólk ov langt við sínum kritikki, tá tey t.d. ákæra dómarar at halda við einum ávísum liði í einum dysti.

- Vit ganga ikki og droyma um at døma brotsspark ella at geva einum spælara tað reyða kortið, men er fótbóltslógin brotin, so er tað okkara skylda at døma støðurnar, slær Petur Reinert fast.