- Nú ríður meirilutin í landsstýrismannanvendini lágt, nú hesin er komin við einari niðurstøðu, sum hvørki høvd ella hali er á. Tað skrivar Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður, á Facebook í dag.
Jóannes Eidesgaard skrivar, at sambært Stýrisskipanarlógina §38, so setur løgtingið eina trímannanevnd av løgtingsmonnum at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verða útint á lógligan hátt. Víðari verður sagt, at hevur nevndin illgruna um, at óregluliga hevur verið atborið, kann hon krevja, at løgtingsformaðurin setur ein kanningarstjóra.
- Neyvan nøkur onnur nevnd arbeiðir so nógv í løgfrøðiliga geiranum sum júst henda nevndin. Hon skal jú gera av, um arbeitt hevur verið á lógligan hátt. Tí er tað sera undrunnarsamt, at meirilutin ger eina niðurstøðu, har sæð verður púrasta burtur frá løgfrøðiliga niðurstøðunum hjá bæði løgtinginum og landsstýrinum, skrivar Jóannes Eidesgaard.
Víðari sigur hann, at uppaftur meira undrunnarsamt er tað, at meirilutin, tá hann heldur, at løgmaður hevur borið seg skeivt at í málinum um hjúnarbondslógini, so ikki brúkar tey amboð, sum nevndin hevur, nevniliga at seta ein kanningarstjóran.
- Annars verður sagt í Heimastýrislógini §6, at eru ivamál um heimastýrisins ræði í mun til ríkisvaldið, skulu tey leggjast fyri nevnd, skipað við tveimum limum valdum av ríkisstjórnini, tveimum valdum av landsstýrinum og trimum av hægstarættapresidentinum valdum hægstarættardómarum. Eru teir fýra av ríkisstjórnini og landsstýrinum valdu limirnir samdir, er málið endaliga avgjørt.
Og tað er júst tað, sum er hent í hesum málinum um hjúnarbandslógina, har embætisfólkini úr forsætismálaráðnum og á løgmansskrivstovuni eru samd um, at málið er yvirtikið. Sambært §6 í Heimastýrislógini er málið sostatt endaliga avgreitt, skrivar fyrrverandi løgmaður í dag.
- Tí skilji eg ikki, at ein nevnd, sum skal taka dagar ímillum, um løgmaður hevur útint sítt virki á lógligan hátt, uttan vit og skil skoytar yvir tær relevantu lógirnar og eins elegant eisini skoytar yvir, hvat relevantu løgfrøðingarnar í løgtinginum, í landsstýrinum og í forsætismálaráðnum siga.
Mest av øllum síggi eg niðurstøðuna hjá Skorheim og Rasmussen sum eitt karaktermorð á løgmann. Teir koma til eina bastard-niðurstøðu, sum hvørki er fuglur ella fiskur, og sum als ikki hevur hald sambært løgfrøðini. Teir tora heldur ikki at mæla til ein kanningarstjóra, tí innast inni vita teir hóast alt, at ein kanningarstjóri neyvan hevði komið til somu niðurstøðu sum teirra, og tí tænir tað ikki teirra endamálið.
Hetta er lítið virðiligt fyri Skorheim og Rasmussen, men tað kunnu vit kanska liva við, men verri er, at virðingin fyri landsstýrismannanevndnina er fokið, tí meirilutin ikki gjørdi sítt arbeiði, men hevði eina politiska dagsskrá í sínum nevndarbeiði.
Einasta "mannfólk" í landsstýrismannanevndini er Annita á Fríðriksmørk, sum hevur arbeitt sambært skipanini fyri landsstýrismannanevndina. Er hetta ein føroysk útgáva av "jihad", spyr Jóannes Eidesgaard at enda.