Er hetta heimsins ljótasti hundur?

"Peanut" vann kappingina sum tann ljótasti hundurin í heiminum.

 

Amerikanarar bera orð fyri at kappast um alt millum himmal og jørð, og nú um dagarnar var skipað fyri kapping í San Fransisco um, hvør hundur er tann ljótasti ella tann mest mishátti í heiminum.

 

Sambært fjølmiðlunum er úrslitið heldur ivasamt, tí tað er eitt sindur ógreitt, hvussu heimsumfatandi kappingin í roynd og veru var. Tí er tað ikki vist, at "Peanut" veruliga er tann ljótasti í heiminum.

 

Felags fyri teir luttakandi hundarnar var, at sjálvt tey mest hundakønu høvdu ilt við at gera av, hvørji hundasløg talan var um. Men ymiskir vóru teir.

 

Holly Chandler, sum eigur "Peanut", segði aftan á kappingina, at hon valdi at luttaka fyri at varpa ljós á arbeiðið ímóti djóravanrøkt.