Er hetta nýggja Dimmalætting?

Øll, sum eru góð við fótbóltin og ikki minst lands­liðið, fegnast sjálv­andi um, at ungi B36-leik­ar­in, Ingi Højsted, er við at koma fyri seg aftur, eftir at hann hevur verið burtur frá fót­bólt­inum í eitt ár, or­sakað av einum ser­stak­liga óhepnum skaða, hann fekk fyri einum ári síðani.

Sólbjørn Thomsen

Settist tí týskvøldið við van­liga spenninginum at lesa greinina, Áki L. Han­sen hevði skrivað í Dimm­a­lætt­ing um Inga Højsted og han­s­ara hørðu lagnu, eftir at hann fekk skaða í einum dysti móti HB í fjørvár.

Visti, at Ingi fyri tíð síð­ani byrjaði at venja aftur, so tí tók eg sum givið, at her fór at koma ein jalig grein um ein ungan og evn­a­rík­an leikara, ið reistist aftur eftir drúgvan skað­a­steðg.

Gjørdist av tí sama ikki sørt skakkur, tá mær longu fremst í greinini gjørdist greitt, at hetta als ikki var tann sólskinssøga, eg hevði vænt­að, men at her var rík­i­ligt av malurt blandað uppí.

Var blaðmaðurin ein svor­in B36 viðhaldsmaður av tí slag­num, ið trívist best við svørt­um bindi fyri eyguni, hevði eg kanska skilt tað, men mær vitandi er talan ikki um ein slíkan. Tí undr­ist eg uppaftur meira.

Tá eg so mikudagin í Rad­i­us hoyrdi blaðstjóran á Dimm­a­lætting, Árna Greg­er­sen, greiða frá, at leitað hevði verið í arkivinum hjá blað­num, skilti eg bein­an­veg, at høvuðsinnihaldið í hes­um arkivi er B36 heim­a­síð­an.

Tvey brot í greinini eru so skelkandi, at eg næstan ikki finni orð fyri tí. Tey av­dúka í øllum førum, at blað­mað­urin ikki hevur brúkt sítt egna blað sum keldu til fortíðina, og held­ur ikki nakað annað blað.

Í staðin brúkar hann gen­e­rell­ar vendingar, ið verða turk­aðar upp á í fyrsta lagi B36 viðhaldsfólk og í øðr­um lagi fótbóltáhugað. Men í báðum førum er hetta bert skálkaskjól fyri at sverta Kára Nielsen!

Tað fyrra er hetta: »Við vilja ella ikki? Tað kom øði í grindina á vøllinum í Gund­a­dali, og uttan fyri sótu heit B36 viðhaldsfólk, ið hildu, at Kári Nielsen hjá HB einans hevði eitt upp á hjartað: At skaða Inga Højsted.«

Og tað seinna brotið er hetta: »Taklingin verður ofta skírd av fleiri fót­bólt­s­á­hug­að­um at vera tann harð­lig­asta taklingin nakrantíð í før­oyskum fótbóltshøpi.«

Sjálvt um eg veit, at blað­mað­urin ikki er gamal í garði og tí helst sum flestu onn­ur stríðist við byrj­un­ar­trup­ul­leikar, tá tey eru farin í holt við eitt krevj­andi yrki, haldi eg ikki, at alt hetta skal fara óátalað aft­ur við borðinum.

Mín fyrsti spurningur er, um Dimmalætting ikki hev­ur vaksið fólk, ið leggur tí yngra lag á. Tað kann vera við rættlestri, rættleiðing og ikki minst grund­leggj­andi tingum, sum at tú hvørki skalt gita ella ill­gita, men skriva sann­lei­k­an.

Her er ketan lopin av hjá Dimm­a­lætting, tí tey bæði brot­ini omanfyri eru git­ing­ar og í ringasta føri ill­git­ing­ar. Sannleiksvirði er null, og øðrvísi kann tað ikki verða, tá tú brúkar eina fanatiska heimasíðu sum høvuðskeldu í einum eym­um máli.

Eg fór so at leita í bæði tí, Dimmalætting og Sos­i­al­ur­in skrivaðu um dystin, og í hvørgum føri síggi eg nak­að um, at fólk fara at minn­ast dystin fyri harðligastu takl­ing nakrantíð í før­oysk­um fótbóltshøpi.

Hinvegin kundi skriv­ing­in í bløðunum bent á, at fólk fara at minnast dystin fyri heit B36 viðhaldsfólk, tí eftir dystin staðfesti Dimm­a­lætt­ing undir yvir­skrift­ini »B36 sá reytt«, at »B36 kann vænta sær kar­an­ten­ur fyri tað, sum hendi und­ir og aftan á dystin«.

Og Sosialurin skrivaði und­ir yvirskriftini »Fløskur send­andi á vøllin«, at bæði tóm­ar – og ein einstøk full sod­a­vatnsfløska! – varð tveitt langa leið av B36-tr­i­bununi og inn á vøllin.

Hendiliga óhappið tíð­liga í dystinum, tá Ingi Høj­sted fekk eina harða síðu­takl­­ing frá Kára Nielsen, ger hvørki blaðið nakað serl­igt burturúr, sjálvt um tað er eitt alment loynd­ar­mál, at blaðmenninir í báð­um førum eru ikki ó­kunn­u­menn í B36.

At B36 heimasíðan er høv­uðs­keldan hjá Áka L. Han­sen til fyrrnevnda brot­ið úr grein hansara, er einki at ivast í. Vanliga er tað góður skikkur at nevna sín­ar keldur, men hóast hann ikki hevur gjørt tað, so eri eg vísur í, at heim­a­síðan er keldan.

Har finni eg einastu um­røðu eftir nevnda dyst, ið málber seg sum blað­mað­ur­in: »HB hevði eina greiða, men ódámliga ætl­an frá byrjan. B36-mið­vøll­urin – og serliga Ingi Høj­sted – skuldi hava av at vita. Kári Nielsen var mað­urin, sum skuldi gera skitna arbeiði, og tað royndi hann so eftir før­i­muni.«

Tá so Árni Gregersen sum ein loyalur blaðstjóri í Rad­i­us royndi at verja sín ó­hepna blaðmann og vísti til arkivið, nevndi hann nak­að um, at Ingi Højsted varð sparkaður niður trígg­j­ar ferðir í dystinum, áðrenn hann fór skaddur út.

Har er eisini B36 heim­a­síð­an keldan: »Tríggjar ferð­ir lá Ingi eftir alt ov harðligar og fyrilitaleysar ­takl­ingar, áðrenn hann longu í 12. minutti varð liggj­andi og mátti skiftast út.«

Nú havi eg sjálvur hugt aft­ur eftir upptøkunum frá dyst­i­num, og somuleiðis hev­ur Árni Gregersen havt møg­u­leika til tað. Og har fæst sjón fyri søgn, at sann­leiks­virð­ið er so sum so í tí, Áki L. Hansen skrivar í Dimm­a­lætting týskvøldið. Og sama má sigast um okk­urt av tí, Árni Gregersen royndi at verja seg við í Radi­us.

At Kári Nielsen er ein harð­ur og kontantur leikari, ið gevur seg fult út hvønn ein­asta dyst, er almenn vit­an. Hansara partur liggur ong­antíð eftir, men harfrá og so til at skíra hann harðs­kaps­mann, er eitt øgi­liga langt og ósømiligt lop!

Í síni umrøðu av dyst­i­num í fjør nevndu bæði Dimm­a­lætting og Sos­i­alu­r­in fleiri leikarar, ið áttu at bliv­ið revsaðar við korti. Rætt skal vera rætt, at Kári Niel­sen verður nevndur, men áðrenn hann nevna bløð­ini ávikavist Mikkjal Thom­assen og Kenneth Jac­ob­sen, og í Sosialinum verð­ur Símin Hansen eisini nevnd­ur.

Í báðum førum er talan um royndar ítrótta­r­skri­v­ar­ar, so eg taki sum givið, at teir duga sítt handverk og kenna fótbóltin. Hvørgin teirra tykist hava sæð Kára Niel­sen framt »harðligastu takl­ing nakrantíð í før­oysk­um fótbóltshøpi«.

Hví í víðu verð hetta nú skal dragast fram av nýggj­um og blásast upp sum fót­bólts­yv­irgangur ­av ringastu skuffu, havi eg ilt við at skilja, tí her er eitt heilt ár far­ið, uttan at hetta yv­ir­høvur hevur verið eitt evni.

Eg dugi ikki at síggja nak­að endamál í, at Kári Niel­sen skal spillast út og drag­ast upp í hetta mál, tá veru­leikin er, at Ingi Høj­sted eina og aleina var ó­fat­i­liga óheppin, at hann fekk so stóran skaða av eini krops­takling, vit síggja fleiri av hvønn einasta sunn­u­dag.

At Dimmalætting kemur við slíkum einvísum per­sóns­á­lopi, ið snildisliga verð­ur fjalt millum regl­ur­nar, sigur mær bara, at grein­in »Meislaður fyri lívið« leggur nýtt botnstøði í blað­skrivingini.

Eg má tíverri staðfesta, at hóast landsins elsta blað hev­ur fingið nýggjan blað­stjóra, er støðið heldur lækk­að enn hækkað, so vón­andi fer tað at muna, tá nýggj­ur tíðindastjóri kemur at leggja lag á í næstum.

Fyrsta uppgávan hjá nýggja tíðindastjóranum verð­ur at lúka B36 heima­síð­una burtur úr arkivinum hjá Dimmalætting, og har­næst at greiða bla­ðfól­k­u­num frá, at kritiskur journ­al­ist­ikkur sjáldan kemur langt, um tú bert hyggur við øðrum eyganum!