Er idealisturin druknaður í marglæti

Summarfrítíðin er uppløgd tíð, har vit kunnu byrja av nýggjum, steðga á og gera eina eftirmeting av seinasta ári

Tóra við Keldu

Fólkaræðisliga samfelagið skal veita karmar, har einstaklingurin kann gerast virkin, hava ávirkan og vera skapandi. At vera virkin, skapandi og at vilja hava ávirkan er í dag á mangan hátt vorðið “flógvir flosklar”, sum bara hoyra til. Okkurt skulu vit siga, og helst skal tað ljóða skilagott. Minni ger, um vit føra tað út í lívið - tað kunnu onnur gera.

Idealistarnir

Um vit hugsa okkum, hvussu heimurin hevði sæð út um Florence Nightingale, Martin Luther King, Hellen Keller, Móðir Teresa, Gandhi, Dalai Lama, Nelson Mandela ella rørslur sum Frelsunarherurin - William Booth og fyri alt tað Njál Djurhuus - ella Skótarnir - Baden-Powell - vóru forðað av persónligum orsøkum ella bara settu seg at lýsa støðuna heima í stovuni, søgdu alt, onnur átti at gjørt ella bara bíðaðu eftir øðrum. Nei, hesi valdu øll á ein ella annan hátt at gera mun. At vera virkin, skapandi og hava ávirkan.

Samfelagið skal gera tað liviligt og virðiligt fyri tey sjúku, tey, ið bera brek, tey gomlu og ikki minst fyri børnini. Hini - eg og tú - eru tey, sum skulu vera við at skapa og menna virðiligt lívið í okkara lítla samfelag.

Vit hava øll meinig um, hvussu samfelagið skal síggja út, men samfelagið er ikki betri enn vit sjálvi gera tað. Tað eru jú vit, sum eru samfelagið. Nógv kundi verið broytt, og tað kann altíð gerast betri. Tó er ofta lættast at geva øðrum skuldina: skipanini, politikarum, lóggevandi valdinum, skúlanum, umstøðum o.s.fr. Men tað eru vit, sum skulu hava ávirkan og gera okkum ómak.

Dagsins idealistar

Børn eru idealistar. Tey liva her og nú, ikki fyri vinning ella heiður. Tó mugu vit minnast til, at børnini skulu meir enn bara liva. Heimliga umhvørvið má skapa neyðugu karmarnar fyri børnini at virka og mennast.

At vera virkin, skapandi og at gera mun er treytað av lívinum annars og er rættiliga krevjandi. Fyrst og fremst krevst eitt sjálvsálit og síðani áræði - eginleikar, sum vit ikki verða fødd við, men sum verða skaptir í einum góðum og gevandi umhvørvi. Um børn okkara skulu vita, hvat eitt gott og gevandi lív er, mugu vit vaksnu vera fyrimyndir og skapa hesar neyðugu karmar fyri børn og ungdómar okkara. At fáa eitt virkið uppvaksandi ættarlið má vera eitt av greiðu málum okkara. Vælkendu flosklarnar mugu vit blása nýtt lív í og fáa at virka.

Grundleggjandi treytir fyri menning er, at børn og ung hava orku at savna tankarnar. Sum lærari síggi eg ovurstóran týdning í, at foreldur ella vaksin tosa við børnini, eru saman við teimum, eru áhugað í tí, tey gera, ráðføra teimum, hjálpa teimum at raðfesta, seta greið mørk, geva teimum heilsugóðan mat, syrgja fyri at tey fáa nóg mikið av svøvni og fáa tey at gera skúlating. Skuldi verið óneyðugt at sett orð á hetta, men hetta eru sjónligir manglar í samfelagnum.

Gera heldur enn at tosa

Um vit bara tosa og ikki gera, hví skal uppvaksandi ættarliðið vera øðrvísi. Vit skulu vísa teimum, at tað er neyðugt at vera virkin, og at tað er møguligt at ávirka í verki. Vit mugu vera eitt slag av idealistum, sum ikki arbeiða fyri vinning ella æru, men heldur síggja vinningin í teimum, vit hava ábyrgd av.

Av og á mugu vit líka sum steðga á og spyrja, hvussu gongur. Summarfrítíðin er uppløgd tíð at byrja av nýggjum, steðga á og gera eina eftirmeting av seinasta ári. Hvat er neyðugt, hvat er gott, hvat hevur týdning, hvat eiga vit gera meir við og hvat átti at verið broytt.

Eg havi huga at spyrja, um vit veruliga hava eitt greitt mál, okkurt, vit brenna fyri og neyðuga viljan at gera okkara besta - ella er idealisturin bara druknaður í marglæti, har tað altíð eru onnur, sum skulu gera og skapa, meðan vit bara eru líkasælir eygleiðarar.