Er ikki longur prinsgemalur

Hansara kongaliga hátign Henrik prinsur, maðurin hjá Margrethu drotning, brúkar ikki longur tittulin prinsgemalur.


Henrik prinsur hevur brúkt tittulin sum prinsgemalur síðani 2005, men sambært TV2, so hevur prinsurin frásagt sær heitið sum prinsgemalur, og verður framyvir nevndur prinsur.


Munurin er, at prinsgemalur vísir til hjúnafelagan hjá eini drotning, meðan heitið prinsur vísir til ein lim av kongshúsinum, ið ikki hevur nakað stjórnarvald.


- Tað er eftir ynski frá hansara kongaligu hátign, at hann framyvir brúkar tann minni formella tittulin Henrik prinsur. Henrik prinsur metir, at tað passar betur til hansara nýggju støðu sum pensjonist, sigur Lene Balleby, talskvinna fyri kongshúsið, við Ekstra Blaðið.