Tað hevur ligið í luftini í eina tíð, og nú er tað so vorðið endaliga staðfest: Zlatan Ibrahimovic heldur ikki fram í Manchester United. Tað váttar felagið í dag.
Manchester United skrivar á heimasíðu sínari, at partarnir eru blivnir samdir um at siga sáttmálan upp. Hetta verður gjørt alt fyri eitt, og Zlatan er tískil ikki longur Manchester United-leikari.
36 ára gamli svenski áleyparin kom til Manchester United á sumri í 2016, og á sumri í fjør valdi hann at leingja um sáttmálan við einum ári. Tað er hesin sáttmálin, ið nú er uppsagdur.
SkySports skrivar, at Zlatan Ibrahimovic innan stutta tíð fer at gera sáttmála við amerikanska felagið, LA Galaxy.