Í donsk/føroysku orðabókini stendur um jantelógina "óskrivaði normurin um at eingin má vera betri enn ein annar ella daga upp um fjøldina"
Jante er ein lítil blýknøttur við lítlum virði til at spæla klink, sum vanliga er eitt spæl um pengar. Eisini verður sagt á donskum, "jeg har ikke en jante" ella "stik mig et par janter".
Hugsast kann eisini at Jantelógin er ein av orsøkunum til happing, bæði millum børn og vaksin. Ongin skal halda seg vera meira enn nakar annar. Men tíbetur ber til at liva eftir tí positivu jantelógini, sum hevur júst tann øvuta boðskapin.
Jantelógin vísir seg ofta at vera galdandi millum fólk í smærri samfeløgum, sum royna at halda hvør øðrum niðri og t.d. ikki loyva nøkrum at gera seg bemerktan fyri sína dugnaligheit e.l.
Danski rithøvundurin Aksel Sandemose lýsir í skaldsøguni "En flygtning krydser sit spor" føðibý sín Nykøbing Mors við navninum Jante. Í hesi sjálvsævisøguligu skaldsøguni lýsir Sandemose býin í byrjani av 20. øld sum eitt andaligt torturkamar, har øll stríðast av øllum alvi fyri at halda hvør øðrum niðri.
Jantelógin hevur 10 boð, sum í veruleikanum hava hendan høvuðsboðskap: "Tú skal ikki billa tær inn, at tú ert nakað". Afturat teimum 10 boðunum í jantelógini er ein "straffilóg" sum sigur: "Tú heldur kanska, at vit ikki vita hvør tú ert?".
Um jantelógina verður m.a. sagt: Fyrst tá tú fylgir jantelógini, fert tú at halda hánt um teg sjálvan, og tá tú heldur hánt um teg sjálvan, tilletur tú tær eisini at háða Gud, tí at hann hevur gjørt ein slíkan skapning sum teg.
Ein sum fylgir jantelógini steingir seg inni í einari óndari ringrás. Lættasti mátin at sleppa burturúr hesi óndu ringrás er miðvíst at bróta jantelógina og fylgja positivu jantelógini.
Um tú verður dømdur hart av øðrum menniskjum, tí tú hevur prógvað, at tú ert nakað, er tað tí, at tey enn ikki eru givin við at liva eftir tí upprunaligu jantelógini.
____________________________________________________________________
Jantelógin
1. Tú skalt ikki halda, at tú ert nakað
2. Tú skalt ikki halda, at tú ert eins nógv verdur sum vit
3. Tú skalt ikki halda, at tú ert klókari enn vit
4.Tú skalt ikki billa tær inn at tú ert betri enn vit
5.Tú skalt ikki halda, at tú veist meira enn vit
6Tú skalt ikki halda, at ert meira enn vit
7Tú skalt ikki halda at tú kanst brúkast til nakað
8Tú skalt ikki flenna eftir okkum
9.Tú skalt ikki halda, at nakar bríggjarseg um teg
10.Tú skalt ikki halda, at tú kanst læra okkum nakað
____________________________________________________________
Tann positiva jantelógin
1.Tú skalt vita, at vit rokna við tær
2.Tú skalt vita, at vit eru nógv, sum hava brúk fyri tær
3.Tú skalt vita, at tað er nakað virðismikið í tær, sum vit hava brúk fyri
4.Tú skalt vita, at tú hevur nakrar eginleikar, sum vit halda av tær fyri
5.Tú skalt vita, at vit eisini kenna til virðisloysi, einsemi, og at mislukkast
6.Tú skalt vita, at tú hoyrir saman við okkum
7.Tú skalt vita, at vit vilja gera nógv fyri teg
8.Tú skalt vita, at samfelagið hevur brúk fyri tínum avreksverkum
9.Vit - tú og eg- kunnu loysa trupulleikarnar í felag
___________________________________________________________________