– Eg havi verið ímóti hesum frá fyrsta degi. Men nú kemst ikki aftur um aftur. Tað segði Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, nú býráðið í Havn hevur selt nøkur grundstykki í Havn.
Fyrr hevur grundreglan verið, at býráðið hevur selt grundstykki fyri tað, tey hava kostað at gera. Men í seinastuni er býráðið farið at selja grundstykkini fyri marknaðarprís, sum mangan er heilt øðrvísi enn kostprísurin. Tað hendi tí, at kommunan lá innibrend við nøkrum stykkjum í Kaldbak, sum eingin vildi hava fyri kostprís.
Tí vórðu tey seld fyri marknaðarprís, sum var ein brotpartur av kostprísinum, og sostatt misti kommunan pening upp á tey. Men býráðið vardi seg við, at hin møguleikin var, at tey lógu óseld, og so misti kommunan alt.
Tað var Javnaðarflokkurin so hart í móti, at flokkurin kærdi meirilutan í býráðnum fyri kommunala eftirlitinum, sum tó gav meirilutanum viðhald.
Á býráðsfundinum í gjárkvøldið vórðu aftur fleiri grundstykki seld. Tvey vórðu seld í Hoyvík fyri ávikavist eina millión og 710.000 krónur, og eitt stykki varð selt í Kaldbak fyri 200.000 krónur. Her er talan um grundstykki, sum hava verið seld, men sum kortini hava ligið óbygd. Tí hevur kommunan tikið tey inn aftur, men hevur so bjóðað tey út aftur í fríari sølu.
Men so vórðu eisini fýra grundstykki á Dánjalstrøð uppi við Marknagil, seld í fríari sølu fyri 1,1 millión stykkið. Ein trupulleiki í hesum føri var, at býráðið vildi hava so nógv fyri stykkini, at tað eisini kundi fíggja vegin til tey.
Tróndur Sigurðsson sigur, at hann hevur altíð verið ímóti at býráðið selur grundstykki fyri marknaðarprís. Hann sigur, at tað hevur kostað kommununi góðar 800.000 krónur at gera grundstykkini á Dánjalstrøð, men nú verða tey seld aftur fyri 1,1 millión.
– Tað má so vera eitt tekin um, hvussu góðar tíðirnar eru, at folk leggja 1,1 millión á boðið, bara fyri grundstykkið, leggur hann afturat.
Annika Olsen, borgarstjóri, ásannar, at tað er dýrt, men hon leggur afturat, at soleiðis eru treytirnar nú einaferð.