Er nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Bárður Nielsen sannorðaður?

    

Niklái Petersen, tjóðveldismaður
??????????????????????????

Í valsendingini í SVF týsdagin 6. januar - hvar valevnir fyri Norðurstreymoyar valdømi luttóku - førdi undirritaði fram, at uppskot sambandsfloksins um skattalættar kom at kosta landskassanum minst 328 mió.kr., og kom als ikki teimum lægstløntu til góðar. Hetta afturvísti Bárður Nielsen uppá tað harðasta, og segði millum annað, at skattalættin als ikki kom at kosta 328 mió.kr. og so langt frá tí. Hesi vóru orðini hjá nývalda fíggjarmálaráðharranum. Hetta kann lurtast eftir í bandasavninum hjá SVF, um nakar hevur áhuga í tí.
Somuleiðis er komið undan kavi, at kommunurnar fáa eina væl minni skattainntøku, tøl um 53 mió.kr. eru nevnd, eftir at fólk á Toll og Skattstovu Føroya hava hugt uppskotið leystliga ígjøgnum.
Undir valstríðnum førdi Bárður Nielsen ferð eftir ferð á valfundum fram, at tann sokallaði skattareformurin hjá sambandsflokkinum kom teimum lágløntu tilgóðar. Vit hoyra nú í fjølmiðlunum at hetta er ikki so, og nú ásannar komandi fíggjarmálaráðharrin alment, at tað verða tær góðu inntøkurnar, sum fá størsta skattalættan í krónum og oyrum, um skattalættin verður framdur, soleiðis sum ABC - samgongan hevur sett sær fyri.
Við øðrum orðum verður gjógvin djúpari og djúpari millum tey lágløntu og so hini, um hesin leisturin verður fylgdur.
Gamalt hevur verið í Føroyum, at man letur tær sterkastu herðarnar, taka tað tyngsta takið, men her sær út til at vera vent í holuni nú ABC - samgongan slapp framat.
Javnaðarflokkurin hevur altíð sagt seg vera fyri samhaldsfesti - verja tey lægstløntu og veiku í samfelagnum - teir hava kanska selt seg fyri mammon ?
Vónið ikki, at hetta verður framt í verki á tann hátt, sum nývaldi fíggjarmálaráðharrin hevur verið talsmaður fyri.
Kundi verið áhugavert, at vita frá fíggjarmálaráðharranum hvussu skattareformurin skal fíggjast, samstundis sum sosialir batar skulu fremjast.
Annars fari eg at ynskja nývalda løgtinginum og landstýrinum góðan byr framyvir.