Er okkara fjølmiðlaverð serliga opin og objektiv?

Fríðálvur Jensen

Nei, kann onkur verða skjót­ur at svara, men so einfalt er tað neyvan.
Hvat gera vit borgarar, tá vit eru vitni til, at ein av okkara fremstu fjølmiðlum, Sosialurin, fer á marknaðin at vera ein fyritøka, sum ein og hvør er vælkomin at keypa  ella er tað so?
Eg eri bangin fyri, at vit, enn einaferð, eru vitni til enn eina samantvinning er millum ávísar áhugaðar politiskar bólkar, sum neyvan kenna sítt mark í strembanini eftir sjálvattrektivum og makt­sinnaðum vinningi.
Vit eru nøkur sum royna at berjast fyri, at BORG­ARIN fær røttu prís­ir­nar og tænastuna á fjar­skiftis­økinum, men hvussu kunnu vit verða vís í, at TIT borgar­ar fáa hesa objektivu og tæn­astufremjandi tænastuna í framtíðini  tá vit eru vitni til tað vit síggja í løtuni?
Hoyrdi stjóran á Sosialin­um siga, at kom okkurt krit­iskt undan kavi, so er Sosialurin tann fyrsti at vísa á skeivleikan mótvegis Føroya Tele  LAT OKKUM SÍGGJA HETTA Í VERKI  TAKK!
Eg eri bangin fyri gongd­ini, og tí vil eg mæla til, at vit eru meira kritisk, tá tað snýr seg um ein­skilj­ingar­til­gong­­dina...