Er ovfarin av Nations League

- Nú eru allir dystir áhugaverdir, heldur ein væl nøgdur UEFA-forseti.

- Tað hevur verið ein størri succes, enn vit roknaðu við frammanundan.


Orðini eigur forsetin í UEFA, Aleksander Ceferin, um fyrstu Nations League-kappingina, har bólkaspælið júst er liðugt spælt. Hann er væl nøgdur við, at lond á egnum støði hittast í bólkaspælinum.


- Vit hoyrdu javnan tey stóru fótbóltslondini gremja seg um, at tey skuldu spæla ímóti smátjóðum heldur enn hvørjum øðrum, meðan tey smáu londini gramdu seg um, at tey ongantíð vunnu, sigur Ceferin sambært Ritzau.


- Nú eru allir dystir áhugaverdir, heldur hann.


Skipanin í Nations League hevur gloppað dyrnar fyri smærri londum til eitt endaspæl, samstundis sum tey størru londini eisini kunnu verða revsað, um tey ikki avrika. Eitt nú er Týskland flutt niður í næstovasta styrkislag.


- Eg veit, at nøkur lond eru vónbrotin av at tey flyta niður, men soleiðis er ítróttur. Hatta er júst tað, sum ger tað áhugavert, sigur Aleksander Ceferin.


Lutakastið um hvørji lið hittast í hálvfinalunum í verandi Nations League-kapping verður 3. desembur. Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 5. juni.