Er peran í lagi?

Mánadagin komandi byrjar árliga lyktakanningin, sum Ferðslutrygd skipar fyri. Kanningin varar í tvær vikur og endar annað sunnukvøld, 31. oktober

? At bilar koyra í vetrarmyrkrinum við ljósum, sum ikki eru í lagi, er rætt og slætt vandamikið. Tí verður skipað fyri lyktakanning, verður verður sagt í tíðindaskrivi frá Ferðslutrygd.

Lyktakanningin er ein áminning, sum skal fáa hvønn einstakan bilførara ella bileigara at kanna, um øll ljósini á bilinum lýsa, sum tey eiga.

? Hetta er eisini neyðugt, sjálvt um bilurin kanska var til árligt eftirlit hjá Bileftirlitinum í summar ella í vár. Og neyðugt er at gera hetta nú, áðrenn vetrarmyrkrið rættiliga kemur á okkum, sigur Ferðslutyrygd.


Skipað sum í fjør

Tá ið tú keypir bensin ella olju í teimum báðum vikunum, lyktakanningin er, fært tú ein kanningarseðil útflýggjaðan. Á hesum seðili eru 8 spurningar um ljós, t. d. eru nærljósini í lagi, fjarljósini, blunkljósini osfr. Tá ið tú kanst svara játtandi upp á allar spurningarnar, er kanningin liðug fyri títt viðkomandi - set kross í teir viðkomandi kassarnar og lat seðilin inn aftur á eina bensinsølustøð hjá Statoil Føroyar og Føroya Shell.


Lyktakanning - ein samvitskuspurningur

Høvuðsboðskapurin í lyktakanningini er at gera tað heilt greitt, at tað er tú, sum hevur ábyrgdina av, at ljósini á bili tínum eru í lagi - tað er ikki ábyrgdin hjá eini bilsmiðju, Bileftirlitinum ella øðrum.

Heldur tú teg ikki til at kanna ljósini sjálv ella sjálvur, bið so onkran tú kennir - ella far á eina bilsmiðju. Men hóast tað, er tað framvegis tú,sum hevur ábyrgdina. Tað er tí eingin sum kannar, um tað, tú hevur sett kross fyri, veruliga er rætt - tað lata vit samvitsku tína og ábyrgdarkenslu tína gera av.


Lyktakanning

og politiið

Lyktakanningin er í veruleikanum í tveimum pørtum. Fyrri parturin er upplýsingarátakið, har kanningarseðlar verða útflýggjaðir og roynt verður at nýta øll høvi at upplýsa um átakið, m. a. í fjølmiðlunum. Seinni parturin av lyktakanningini er eftirkanningin og her er tað politiið, sum hevur høvuðsleiklutin. Tá ið upplýsingarátakið er liðugt fer politiið at gera serligt átak at kanna bilar.


Vinn ein tanga

av bensini ella olju

Drigið verður ímillum teir innkomnu seðlarnar um at vinna áfyllingar av bensini ella olju á kr.300,-. Tjúgu vinningar verða latnir og Føroya Shell og Statoil Føroyar lata helvtina hvør. Drigið verður í Koyribreytini í ÚF hósdagin 11. november 1999. Sum nevnt, endar kanningin sunnukvøldið 31. oktober og tá er seinasti møguleiki at fáa hendur á einum kanningarseðli. Seinasta freist at lata svarseðilin inn er mánadagin 1. november 1999.