Grundleggjandi fyri hesa skipan var, at teir sum møttu á tingi umboðaðu alt landið. Sum øldir liðu, broyttust skipanin nakað, og ikki minst varð valdið hjá Løgtinginum nógv avmarkað, ja í nøkur ár í 1800 talinum var tingið heilt burtur. Men tað kom afturíaftur, hóast vit enn mangla endaliga suverinitetin.
Sum fráleið gjørdist siðvenjan, at fólkið beinleiðis valdi síni umboð við atkvøðugreiðslu. Men fast varð hildið við, at allir partar av landinum høvdu rætt til sína umboðan. Landið varð býtt upp í valdømir, og tá politiskir flokkar tóku seg upp, vórðu reglur gjørdar fyri, at teimum eisini vóru tryggjaðir umboðan. Um teir ikki megnaðu valdømisumboðan var møguleiki fyri útjavningarumboðan.
Hendan skipanin við bæði valdømis- og floksumboðan var galdandi til 2008, tá eitt “statskupp” varð gjørt. Í 2007, tá leið móti valinum í januar 2008, kom táverandi tingformaðurin við einum uppskoti um broyting av vallógini. Skotið varð upp, at Føroyar allar skuldu vera eitt valdømi. Samstundis sum reglurnar um persónligt atkvøðutal vórðu varðveittar. Týðuligt var, at hetta var persónligt áhugamál hjá tingformanninum. Men aðrir tingmenn høvdu eisini meira ella minni persónligan áhuga í, at skipanin varð broytt til eitt valdømi. Úrslitið varð, at í skundi og uttan serliga drúgva viðgerð varð uppskotið samtykt, og vit fingu nýggja skipan við einum valdømi á valinum 19. januar 2008.
Tað, tingmenn gloymdu og ikki góvu sær far um, var, at her broyttu teir fundamentalt alt grundstøði undir parlamentarisku skipanini. Í øllum londum er landsparta- og fólkaumboðanin grundleggjandi fyri samansetingina av parlamentinum. At so fleiri lond, har okkara er eitt av teimum, eisini hava eina politiskt demokratiska skipan, sum hevur við sær politiskt flokkabýti, tekur ikki burtur skipanina við landspartaumboðan.
Væl eru Føroyar eitt lítið land, ja vit kunnu siga sera lítið. Men harfyri eru tær eitt fjølbroytt land. Í mongum førum meiri fjølbroytt enn enn mong størri lond. Tí er tað avgerandi neyðugt, at umboðanin eisini er fjølbroytt. Røddunum alla staðni frá eiga at vera tryggjaðar afturljóð á tingi innan tað rímuliga mark, sum nú eina ferð er. Tað vil í hesum føri siga 33 umboð.
Nú er meginparturin av einum valskeiði farið, síðani nýskipanin fekk gildi. Og ikki kann sigast, at hon hevur hepnast væl. So smátt byrja fylgjurnar at síggjast. Sjálvt um økisumboðanin ikki broyttist so ógvuliga nógv við seinasta – og higartil einasta – val, so merkist longu á fyrstu uppstillingarfundum hjá ymsu flokkunum, at umstøðurnar eru øðrvísi. Serliga merkist tó í politiska arbeiðinum, bæði í Løgtinginum og landsstýrinum, men ikki minst innanhýsis í politisku flokkunum, at aðrar fortreytir eru galdandi. Faðirin at nýskipanini gongur á odda í persónsfikseringini og við atfinningum og beinleiðis álopum á samgonguna, sum hann formelt er partur av, men eisini á sín egna flokk og leiðara. Men hann hevur eisini fleiri fylgisneytar mestsum í øllum flokkum. Men hvussu skal tað annars kunna vera, tá bert ræður um at sleppa upp á ein (floks)lista og síðani sláast um persónligu atkvøðurnar. Úrslitið er: veikari flokkar, veikari lokal veljarafeløg, og ikki minst veikari politikkarar, serliga er og verður hetta galdandi fyri politiskar leiðarar. Fylgjurnar verða so víðari, at alt politiska arbeiði verður útvatnað og trupult verður at fáa nakrar loysnir, í øllum førum kemur nógv í drag.
Við einum valdømi kemur Løgtingið meiri og meiri at líkjast einm bý- ella bygdaráði. So fyri tann skuld er ikki neyðugt við einum kommunureformi. Vit leggja bara allar kommunurnar saman í eina. Harafturat fána flokkarnir burtur, og persónar kunnu stilla upp uttanflokkalistar, sum teimum lystir. Vit hava longu sæð ein persón rýma úr einum flokki og er fyribils uttanflokka tingmaður. Hann er so mikið sterkur, at hann ikki hevur havt trupulleikar við at útvega undirskrivtir til nýggjan flokk. Men um ikki tað var eydnast, kundi hann bara stilla upp uttanflokka. Tað fara helst aðrir at gera, um ikki hesu ferð, so seinri.
Fyri mær at síggja hevur núverandi valskipanin við sær, at øll politiska og parlamentariska skipanin fer í upploysn. Tað gangan neyvan meiri enn eini tvey valskeið fyrrenn hetta hendir. Einasta bjargingin er, at farið verður aftur til gomlu skipanina (við smávegis broytingum) beinanvegin, tað vil siga áðrenn komandi løgtingsval. Tað nyttar ikki at bíða til aftan á valið, tá er longu so nógv oyðilagt.
Við vón um góðan bata.
27.03.2011