Er vaksin 39 prosent - og tað er met  

– Men tað er ikki tí at vanligi føroyingurin er farin at brúka pengar

Hagstovan hevur nú gjørt innflutningin til Føroyar upp fyri tíðarskeiðið frá januar til oktober í ár. Og úrslitið er, at hesar tíggju mánaðirnar, sum eru farnir av árinum, hava vit innflutt fyri 10,5 milliardir krónur.

Og tað er ein øgiligur vøkstur, tí tað eru heili 39 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør. Hagstovan sigur, at í hesum roknistykkinum er innflutningur av skipum og bátum tikin við. Men verða skip og bátar tikin burtur úr tølum, hava vit kortini innflutt fyri 25 prosent meiri higartil í ár enn vit gjørdu í sama tíðarskeiði í fjør.   

Annars innfluttu vit 9,3 milliardir seinasta ár. Tað var met og sostatt er innflutningurin teir fyrstu 10 mánaðirnar í ár heili 13 prosent hægri enn hann var alt árið 2021.

 Oljuprísurin er framvegis høgur, og tað sæst eisini aftur í innflutninginum. Teir fyrstu 10 mánaðirnar í ár hava vit innflutt olju og bensin fyri ørando 2,1 milliard krónur, ella 85,3 prosent meira enn sama tíðarskeiði í fjør. Í krónum hava vit fyri 944 milliónir meiri í olju og bensini í ár enn vit innfluttu í sama tíðarskeiði í fjør. 

Men verður innflutningurin av brennievni eisini tikin burtur úr tølunum, sæst, at orsøkin til tann stóra vøksturin er ikki tí, at vanligi føroyingurin er farin at brúka meiri pengar. Orsøkin er, at innflutningurin av tilfari, og øðrum, til vinnulívið er vaksin so nógv, ella ímillum 20 og 30 prosent.

Hinvegin er innflutningurin av beinleiðis nýtsluvørum bara hækkaður eitt prosent. Frá januar til oktober í ár var innflutningurin av beinleiðis nýtsluvørum 1,201 milliardir og tað eru 23 milliónir meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør – og tá skal eisini havast í huga, at prísirnir eru eisini nógv hækkaðir.

Í oktober 2022 varð innflutt fyri 349.000 krónur úr Russlandi. Tað mesta av hesum er byggitilfar og rávøra til fiskavirking. Innflutningurin úr Russlandsvingar nógv frá mánað til mánað, summar mánaðir er eingin innflutningur, men aðrar mánaðir er hann nakrar og 30 milliónir. Í mai í ár, tríggjar mánaðir eftir at Russland leyp á Ukraina, innfluttu vit fyri 35 milliónir úr Russlandi og í august innfluttu vit fyri 18 milliónir.