Forsestin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, hevur av nýggjum lagt eftir ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahy, fyri álopið á Gaza, og hann samanber hann við nazileiðaran Adolf Hitler.
Tey segði hann undir einum hátíðarhaldi í turkiska høvuðsstaðnum, Ankara, í gjár.
– Hvussu ert tú øðrvísi enn Hitler, spurdi Erdogan. Tað var ein tilsiping til Netanyahu og ísraelsku hópbumbingarnar av Gaza.
– Er tað nakað, sum Netanyahu hevur gjørt, sum er minni enn Hitler?
– Nei, var avgjørda svar hansara.
Erdogan vísti á, at yvir 20.000 palestinar eru deyðir í krígnum.
Turkiski forsetin vendi síðani kanónini ímóti Týsklandi, sum sambært honum hevur sýtt fryri at fordøam Netanyahu og sivilu tapini í Gaza.
– Eg vil siga tað grett: at Týskland enn rindar prísin fyri tað, sum Hitler gjørdi. Tað er tí, at Týskland tegir, tað stendur við boygdum høvdi, staðfesti hann.
Hitler stóð á odda fyri Nazitýsklandi frá 1933 til 1945 og førdi til ringasta kríggj, sum heimurin hevur verið vitni til. Í minsta lagi 50 milliónir fólk doyðu beinleiðis í kríggi, verður mett, teirra millum seks milliónir jødar.
Kríggj eftir tað, hungur og sjúka kostaði enn fleiri milliónum lívið.
/ritzau/dpa