Eri eg føroyingur?


 

Í 8 ár havi eg verið búsitandi í Danmark, havi fingi góðar og ringar danskar vanar og næstan fingi útrudda mín føroyska accent. Men innast inni eri eg enn tann sami, sum tá ið eg flutti niður í 1992. Ein føroyingur.

Ella eri eg?

Nú eitt kvøldi kom ein vinmaður framvið har eg búgvi. Hann kom bara, hatta freka apparatið! Einki við at ringja áðrenn og spyrja um eg var inni, ella um eg hevði tíð til at fáa gestir. Og eg sum júst var við at skriva eitt ella annað sera tydningarmikið á telduna. Hevði rokna við at hava kvøldið fyri meg sjálvan. Men nei!

Tá ið eg lat hurðina upp, og sá, at hann stóð har, var eg eitt sindur súrur. Men so trein eg inn í leiklutin sum fryntligur og altíð fyrikomandi vertur. Lat hann ikki síggja hvussu argur og tvitin eg var.

»Kom indenfor« segdi eg brosandi og lat úthurðina aftur.

Nú skal eingin halda, at eg altíð eri argur, tá ið vinmenn ella kenningar koma framvið. Men í Danmark er tað nú einaferð soleiðis at fólk ringja áðrenn tey koma framvið. So tosar man saman um leyst og fast, áðrenn man saman finnur eitt passanði tíðspunkt sum passar.

»Det er en aftale. Vi snakkes ved«.

Og so fer man í holt við at fyrireika at fåa vitjan. Keypir kanska okkurt serligt til matna, vín og bjór, eina góða køku kanska?

Soleiðis er tað í Danmark, tá fólk vitja hvønn annan. Tað er organisera, tíðarfest og lagt til rættis sum eitt væl umhugsa bankarán. Ikki nakað við bara at koma brestandi uttan at boða frá. Nei, danskarar - teir flestu ið hvussu er - kenna sína vitjunartíð.

Eg eri føroyingur. Men longu nú sært tú nokk, kæri lesari, at okkurt er galið. Tað er okkurt ravruskandi gali við einum persóni, ið ikki kann tola at fåa vitjan uttan at alt er avtala niður til minsta punktum. Hvar er spontaniteturin. Hvar er treytaleysa samanhaldið? Hvar er víðagitna, føroyska gestablídni?

Nú eitt árið var eg ein túr uppi á klettunum saman við gentu míni. Tað er altíð hugnaligt at koma til Føroyar, og sita heima í køkinum hjá mammu síni og eta seg um koll við skerpikjøtið, rullipylsu og røstun fiski. Genta mín hevur fleiri ferðir undrast á óføra gestablídni sum føroyingurin vísir, ta ið fólk koma á gátt. Tað er líkamikið um tað er skilfólk, vinir ella fremmandafólk.

Serliga øtaðist hon einaferð vit fóru á Ólavsøku uttan at hava biðji um innivist nakrastaðni.

»Tað gongur nokk«, segði eg bara. Og tað gekk!

Soleiðis eru føroyingar bara. Eg minnist serliga tá ið eg var blaðungur, og ikki ein stevna ella rockkonsert fór framvið uttan at eg og vinmenn mínir luttóku. Ofta fóru vit inn í fyrsta og besta húsið fyri at lána telefon, toilet ella - jú tað er satt - fyri at vita, um ikki ein góður nátturabiti stóð á borðinum.

Eg kann ikki minnast at húsfólkini vórðu avvísandi, tvitin ella bóðu okkum fara okkara veg aftur. Tú skalt sera langt út á landið í Danmark fyri at uppliva nakað nær námind. Í Føroyum er tílíkt gestablídni ein partur av gerandisdegnum.

Í mínum barnaárum vóru fleiri heim, har tað hvønn dag var ein tættur trafikkur út og inn ígjøgnum úthurðina. Fólk komu og fóru allatíðina. Tosaðu eina løtu, fingu kanska ein hálvan kopp af kaffi, og so avstað aftur.

Einki var avtalað áðrenn. At fólk komu og fóru um gáttina var ein líka fastur táttur í gerandisdegnum sum at keypa inn ella busta tenn.

Eg eri føroyingur. Og eg skal viðganga, at sum árini ganga hugsi eg alt meira um at flyta aftur á klettarnar. At njóta føroysku náttúrina, tað frísku luftina, tað føroyska sinnalagi og serstakliga tað føroyska gestablídni. So ein fagran dag, so eri eg sikkurt búsitandi í Føroyum.

Men eg eri vísur í, at okkurt kvøldið, tá ið eg havi sett meg væl fyri framman fyri telduna, skonkt mær ein kpo av kaffi og alt er í fínasta lagi. So bankar uppá hurðina, og uttanfyri stendur ein vinmaður, eg ikki havi sæð í øldir.

Innast inni farið eg nokk at verða sera argur, og hava hug til at biðja hann fara har sum pipari grør. Men tað endar nokk við at eg sigi: »Nei nei nei, tú órógvar als ikki. Kom inn kom inn«.