- Eri líka spentur á hvørjari veiðiferð

Nýbygningarnir hjá Faroe Seafood, Falkur og Heykur, sluppu ikki heilt undan “barnasjúkum”. Nú verður arbeitt við at rætta nøkur ting, og síðan verður lagt út á hav við góðum treysti. – Hetta eru sera góð skip, og manningarumstøðurnar eru framúr, sigur skiparin á Falki

Fiskivinna

 

Kristjan Karl Eliasen er skipari við øðrum av nýggjastu partrolarunum hjá Faroe Seafood, Falki. Hin trolaran Heyk førir skopuningurin Ásbjørn Kjærbo. Teir hava báðir siglt við Jaspis og Ametyst seinastu árini.

- Eg fór við hesum bátum fyri stívliga sjey árum síðan. Í fyrstani skifti eg ímillum, men síðan gjørdist eg fastur skipari við Ametyst.

 

Góð skip

Skiparin sigur, at Falkur og Heykur eru heilt onnur skip enn Jaspis og Ametyst.

- Tey gomlu eru eisini góð skip, men tíðin er líkasum farin frá teimum, um vit samanbera tey við hesi nýggju og stásligu skipini.

Hann heldur eisini, at Falkur og Heykur eru uppaftur betri skip enn Bakur og Stelkur, sum eisini eru bygdir á M.Cies skipasmiðjuni í Vigo í Spaniu.

- Troldekkið er innilokað, og hetta eru eisini breiðari og rúmligari skip. Umstøðurnar hjá manningini eru sera góðar. Hvør maður hevur egið kamar við brúsu, sjónvarpi og sofu. Skipini eru ótrúlig í sjónum, og lítið og einki hoyrist til larm umborð. Øll apeteringin er har frammi, samstundis sum maskinan er har afturi. Tú kanst tosa allastaðni umborð uttan at vera doyvdur av larmi.

 

Roynast væl

Kristjan Karl sigur, at á ferðini heim úr Spaniu fingu teir veruliga at síggja, hvussu skipini roynast í sjónum.

- Tað var tvassut veður og stormur ein stóran part av ferðini, og eg kann bara siga, at skipini royndust heilt ótrúliga væl, sigur hann.

Falkur og Heykur hava bæði stabiliseringstangar og slengrikjølar.

- Byggisniðini broytast alla tíðina, og hesir bátarnir hava minni spring í skrokkinum enn eitt nú Bakur og Stelkur. Teir eru beinari. Hvønn týdning tað hevur – ella um tað hevur nakran týdning - dugi eg ikki at siga. Men alt bendir á, at hetta eru ógvuliga rólig skip í sjónum

. Á veg heim úr Spaniu hevði Kristjan Karl konu sína Lis og yngstu dóttrina Rebekku við sær.

Spurdur, um tær ikki høvdu sjóverk á ferðini, sigur hann.

- Sjóverk? Jú, sjálvandi var nakað av sjóverki, men tað hava fleiri av okkum, sum sigla, eisini, tá ið langt er ímillum túrar.

 

Barnasjúkur

Falkur og Heykur komu til landið 11. desember, men áðrenn skipini fóru úr Spaniu, vóru tey royndartúr, har útgerðin í ein ávísan mun varð roynd.

Kristjan Karl sigur, at teir á hesum túri ikki fingu røttu myndina av útgerðini, eitt nú tí, at tíðin var so stutt og tí, at dýpið á leiðini, teir royndu, ikki er sum hjá okkum.

- Eftir at skipini komu til landið, fóru vit ein royndartúr 17. desember og vóru inni aftur 18. desember. Síðan varð flotin raktur av verkfalli. Nú hava vit so aftur verið eitt stuttan túr, sum eisini hesaferð vardi í eitt samdøgur.

Skiparin sigur, at nú skipini hava loyst tvær ferðir, er greitt, at Falkur og Heykur hava nakrar “barnasjúkur”, sum rættast má upp á, áðrenn verulig gongd kemur á. Talan er um nøkur ting, sum mugu justerast, men hetta eru ikki brek, sum hvørt sær taka so langa tíð.

- Eg vænti kortini, at tað mesta av eini viku gongur, áðrenn vit eru klárir at loysa aftur, leggur hann aftrat.

Í aðrar mátar hava skipini riggað sum ætlað.

 

Køla fiskin

Falkur og Heykur hava báðir “trumlu” við køling, sum kølir fiskin niður beint eftir, at hann er kruvdur, og áðrenn hann fer í lastina.

- Hetta er nýtt í okkara verð, og ætlanin við hesum er, at fiskurin skal fara í lastina so góður sum gjørligt. Kølingin skuldi eisini gjørt, at kruvdi fiskurin bløðir betri, soleiðis at minni blóð verður í flakinum, tá ið fiskurin er virkaður.

Kristjan Karl sigur, at nýggju skipini hava tvær kryvjimaskinur hvørt, og hetta lættir nógv um hjá manningini, umframt at fiskurin kemur nógv skjótari í ís.

- Menn kundu standa upp í samdøgur og kryvja, áðrenn skipini fingu kryvjimaskinur. Tann tíðin er farin, tíbetur, leggur hann aftrat.

 

Bara trol

Kristjan Karl Eliasen hevur siglt við trolarum at kalla alt sítt lív. Fyrstu ferð, hann fór til skips, var hann bert 15 ára gamal, og gamli Skálaberg gjørdist skúlaskipið hjá honum.

- Eg trúgvi ikki, at eg kann brúkast nakra aðrastaðni enn í trolvinnuni, sigur hann skemtandi.

Hann tók skiparaprógv í 1980, tá ið hann var 19 ára gamal. Tá tók tað 9 mánaðir at læra til skipara.

Spurdur, um hann upp í gjøgnum árini hevur saknað, at hann ikki gekk longur í skúla og endaði sum stýrimaður ella skipsførari, sigur hann.

- Ja, tað kanst tú ætla. Hevði eg havt tikið eina hægri útbúgving, hevði eg ivaleyst verið farin út í verðina at siglt, sum hann tekur til.

Men tað er nú ikki vist.

Nógv dømir eru um menn, sum á ungum árum byrjaðu sum fiskimenn, men sum seinni tóku hægri sjóvinnuútbúgvingar og fóru út at sigla. Ikki so fáir av hesum duttu aftur og aftur í vinnuna, har teir byrjaðu.

 

Altíð spentur

- Eg eri altíð líka spentur, tá ið vit loysa. Tað er líka spennandi hvørja ferð. Nú vit fingu verkfall, og nýggju skipini lógu bundin við bryggju í Saltangará, hevði eg tað ringt. Tað var ringt, og tað var keðiligt.

Kristjan Karl sigur, at eins og við Ametyst og Jaspis, er Jónsvein Knudsen eisini útgerðarmaður hjá nýggju skipunum, ið Faroe Seafood eigur.

- Jónsvein sigur sína meining, og tað geri eg eisini. So er tað yvirstaðið. Vit eru ikki altíð samdir um alt, men Jónsvein er ein góður og dugnaligur reiðari.

Skiparin sigur, at skiparar og manning eru ógvuliga spentir og ótolnir eftir at koma í gongd.

- Tær báðar stuttu royndirnar, vit higartil hava gjørt, hava víst, at spølini hava riggað væl, og tað hevur gingið væl at fingið fisk. Radiobúðin í Saltangará hevur latið alla nautisku útgerðina, og teir hava gjørt eitt dygdararbeiði. Tað er ein stórur fyrimunur, at leverandørurin er so nær, um okkurt skuldi verið. Teir hava víst, at vit altíð kunnu ringja til teirra, tá ið okkurt er. Hetta er ikki minst heppið, tá ið útbúnaðurin er nýggjur, og vit kanska ikki eru so kendir við alt.

Skiparin heldur, at útlitini tekna seg væl.

- Nú skulu vit bara fáa loyst hesar barnasjúkurnar, ið altíð kunnu væntast, tá ið skip eru spildurnýggj, og síðan fara vit í gongd, sigur Kristjan Karl Eliasen.