Tað var ein fegin Ronnie Midjord, stjóri á Landssjúkrahúsinum, ið in.fo fekk fatur á stutt eftir, at tíðindini bórust, at semja var funnin millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Semjan merkir nevniliga, at tey trý sjúkrahúsini ikki verða løgd lamin í morgin. Fakfelagið hevði annars boðað frá, at tey víðkaðu verkfallið til eisini at umfata allar sjúkrarøktarfrøðingar á øllum trimum sjúkrahúsum í morgin.
- Eg eri lætnaður nógv kilo nú. Hetta er veruliga góð tíðindi, sigur Ronnie Midjord, ið greiðir frá, at um sjúkrarøktarfrøðingarnir fóru í verkfall, so hevði hann verið noyddur at biði avvarðandi koma inn á Landssjúkrahúsið at ansa upp á sjúklingar.
- Tað hevði verið eini keðilig boð at givið fólki, men eg hevði ikki havt annað val. Aðrir fakbólkar kundu ikki tikið arbeiðið á seg, tí tað er verkfalsrakt arbeiði, sigur Ronnie Midjord.
Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hevur longu boðað Ronnie Midjord frá, at verkfallið er avlýst, og sjúkrarøktarfrøðingarnir taka arbeiðið upp aftur alt fyri eitt.
- Tær koma aftur til arbeiðis nú og tað skulu tær vera so hjartaliga vælkomnar til. Hetta hevur verið ræðuligt, men eg havi aldrin trúð, at tær fóru at leggja sjúkrahúsini lamin. Tí eg veit, at tær føla eina stóra ábyrgd fyri heilsuverkinum, sigur Ronnie Midjord.