Erik ten Hag: Dómarin ávirkaði dystin

Premier League: Arsenal vann greitt, meðan Manchester United bara fekk javnleik á heimavølli

Fult umfar hevur verið í Premier League um vikuskiftið. Arsenal er framvegis fimm stig fremst, Liverpool stóð fyri óvæntaða tapinum og venjarin hjá Manchester United er ónøgdur við dømingina.

 

Arsenal vann í dag 3-0 á Fulham, eftir at Manchester City legði trýst á við at vinna 1-0 á Crystal palace í gjár. Arsenal er framvegis fimm stig fremst og fyri hvørt umfar nærkast meistaraheitið, sjálvt tað er langt vekk.

 

Manchester United hevur meldað seg úr meistarastríðnum við at tapa 7-0 móti Liverpool, og bara fáa málleysan javnleik móti botnproppunum Southampton á Old Trafford í dag. Casemiro fekk sítt annað reyða kort síðani skiftið frá Real Madrid. Hetta er venjarin ikki nøgdur við.

 

- Dómararnir løgdu út við at siga, at hetta er Premier League og tað er loyvi at spæla hart og við ferð. Casemiro hevur spælt 500 dystir í Evropa uttan at fáa beinleiðis reytt kort. Hann hevur nú fingið tvey. Casemiro spælir hart, men rættvíst, sigur Erik ten Hag, sum ikki er nøgdur við dømingina í dag.

 

- Dómararnir ávirkaðu dystin í dag, sigur hann og vísur eisini til nakrar støður í brotsteingum hjá Southampton.

 

Liverpool var stórfavorittur at vinna á AFC Bournemouth, eftir stórsigurin á Manchester United, men har var ongin luft í ballónini. Heimaliðið vann 1-0 og vann seg úr botninum.

 

1Arsenal27213362:2566
2Manchester City27194467:2561
3Manchester Utd26155641:3550
4Tottenham27153949:3748
5Newcastle251111337:1844
6Liverpool26126847:2942
7Brighton24116745:3139
8Fulham271161038:3739
9Brentford25911540:3338
10Chelsea26107927:2637
11Aston Villa261051132:3935
12Crystal Palace26691121:3327
13Wolves27761420:3727
14Nottingham F.26681221:4726
15Everton27671420:3825
16Leicester26731637:4624
17West Ham26661424:3424
18Bournemouth26661425:5124
19Leeds26581331:4223
20Southampton26641620:4122