Ensku miðlarnir eru á tremur við lýsingarorðum um 18 ára gamla Christian Eriksen, sum var besti maður á vølli fyri Danmark í dystinum móti Onglandi í gjárkvøldið. Tað er ikki hissini, sum ensku miðlarnir rósa unga danska fótbóltsleikaranum, Christian Eriksen. Hann leikti ein framúr dyst fyri danska landsliðið í gjárkvøldið, tá Ongland vitjaði í Parkini.
Undir yvirskriftini: Jack?s OK but Christian?s better, sammetir høvuðs ítróttaskrivarin í The Sun, Steven Howard, 19 ára gamla Jack Wilshire hjá Onglandi við 18 ára gamla Christian Eriksen.
Steven Howard skrivar millum annað:
»Denmark has given us Hamlet, the Tivoli Gardens, the Little Mermaid, Allan Simonsen, Peter Schmeichel and the Laudrups.
And now Eriksen«.
BBC kallar Eriksen fyri »superb«. Paul Fletcher skrivar soleiðis í dystarfrásøgnini hjá BBC:
»Eriksen was the stand-out player in the opening half and it was the prodigiously talented 18-year-old who delivered the cross that the Liverpool defender headed beyond the despairing dive of Hart«.