Eriksen sparkaði Danmark til HM

Christian Eriksen skeyt reint hattrick, tá Danmark í kvøld tryggjaði sær atgongumerki til HM-endaspælið í Russlandi næsta summar

Danmark hevur í kvøld spælt seg til HM-endaspælið í Russlandi komandi summar. Tað gjørdu teir við at vinna seinnu playoff uppgerðina móti Írlandi 5-1 á Aviva leikvøllinum í Dublin. Fyrra uppgerðin var annars endað við 0-0 javnleiki í Parkini í Keypmannahavn.

 

Stóra hetjan hjá Danmark í kvøld var stjørnan á danska landsliðnum, Christian Eriksen. Christian Eriksen gjørdi ikki mætari enn at skjóta reint hattrick, tá hann legði Danmark á odda 2-1, 3-1 og 4-1 í dystinum. Hini bæði donsku málini skutu Andreas Christensen og Nicklas Bendtner.

 

Í byrjanini var tað tó ikki alt, ið bendi á danskan stórsigur. Írland kom nevniliga á odda 1-0 longu eftir lítlari løtu, tá miðverjin, Shane Duffy, skallaði eitt fríspark í málið.

 

Luttøkan hjá Danmark til HM-endaspælið komandi summar verður fyrsta danska luttøkan til HM síðani 2010, tá Danmark luttók í HM-endaspælinum í Suður Afrika.

 

Umframt Danmark, hava norðanlondini Ísland og Svøríki eisini spælt seg til HM-endaspælið í Russlandi komandi summar. Íslandi spældi seg beinleiðis til HM-endaspælið, meðan Danmark og Svøríki komu við gjøgnum playoff dystir.

 

Írland - Danmark 1-5

0-1 Shane Duffy, 6.

1-1 Andreas Christensen, 29.

1-2 Christian Eriksen, 32. 

1-3 Christian Eriksen, 63.

1-4 Christian Eriksen, 74.

1-5 Nicklas Bendtner (Brotsspark), 90.