Eriksson fer ikki til Chelsea

Tað fekk ensku miðlamaskinuna ígongd, tá Manchester City venjarin, Sven Goran Eriksson, varð sæddur millum áskoðararnar til dystin millum Manchester United og Chelsea. Alt fyri eitt ljóðaði mest sum fyri vist, at Eriksson skuldi gerast nýggjur venjari í Chelsea, men hesum noktar sviin púrasta blankt. – Eg havi als ikki tosað við Abramovich, og tað er einki hald í hesum. Um arbeiði í Manchester, og tá Manchester United og Chelsea spæla her, er tað væl náttúrligt hjá mær at hyggja. Gjørdi eg ikki tað, so vildi eg mest sum vanrøkt starv mítt, heldur Eriksson.