Erla Kongsdóttir snýtti meistaran

5-mannafør gentur: Hvassi hevði longu undan ólavsøkuróðrinum mest sum tryggjað sær FM heitið. Í dag varð tað greitt, at Hvassi er FM vinnari í kappingini millum gentumanningarnar.

Men tað eydnaðist ikki nýklækta meistarabátinum at vinna á Ólavsøku, og Hvassi var ongantíð fremstur í hesum róðrinum. Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði vann í dag, og á málinum var eingin ivi um, at Erla var stóran skutin frammanfyri Hvassa.

Fyrra helmingin av róðrarteininum ella meiri enn so var tað Spógvin hjá Róðrarfelagnum NSÍ, sum setti dám á. Spógvin fekk besta startin, og Spógvin var klárt á odda, inntil málið var meiri enn hálvrógvið. So var tað, at Erla Kongsdóttir og Hvassi rættuliga bjóðaðu av, og í endaspurtinum vóru tað tær úr Fuglafirði, sum vóru tær drúgvastu.

 

1 Erla Kongsdóttir 04:53.16

2 Hvassi 04:54.21

3 Spógvin 04:56.08

4 Sílið 05:03.19

5 Drekin 05:07.16

6 Tambar 05:10.22

7 Beinta 05:11.01

 

1 Hvassi 47

2 Erla Kongsdóttir 41

3 Beinta 31

4 Spógvin 30

5 Sílið 19

6 Drekin 8

7 Tambar 5

8 Teistin 3

9 Ørnin 3