Erla mest sannførandi av øllum

Tað skal vera undarligt, um FM heitið í kappingini millum 5-mannafør við gentum ikki er á veg til Fuglafirðar. Á Norðoyastevnu vunnu genturnar í Fuglafirði sera sannførandi. Tá var munurin aftur til næsta bátin, sum var Ørnin úr Sandavági, tólv sekund. Í dag var Erla Kongsdóttir trettan sekund frammanfyri næsta bátin.

 

Í dag var Sílið næstbest. Tað vil siga, at umframt at tíðarmunurin var størri í dag, enn hann var fyri fjúrtan døgum síðani, so øktist stigamunurin eisini. Ørnin endaði á fimta plássi í dag, og Sílið, sum var nummar fýra á Norðoyastevnu, varð í dag næstfremst.

 

Jallurin, sum ikki var við á Norðoyastevnu, vann kappingina um triðja plássið við Blik av Argjum. Hjá Ørnini gekk tað ikki so væl í dag. Tær úr Sandavági endaðu á fimta plássi og høvdu bara Spógvan aftanfyri seg.

 

Úrslit

1 Erla Kongsdóttir 05:19.22

2 Sílið 05:32.06

3 Jallurin 05:32.24

4 Blikur 05:33.13

5 Ørnin 05:41.05

6 Spógvin 05:48.13

 

Støðan

1 Erla Kongsdóttir 14

2 Sílið 10

3 Blikur 9

4 Ørnin 9

5 Spógvin 5

6 Jallurin 5

7 Tjaldrið 2

8 Tambar 1