5-mannafør gentur: Eisini í fjórðu FM kappingini á Sundalagsstevnu í Hósvík var annar vinnari enn á Norðoyastevnu.
Í Klaksvík vann Hvassi av Oyri, og tær í myrkareyða bátinum vóru leingi væl við. Tær kappaðust leingi við Erlu Kongsdóttir um fremsta plássið, men tá ið tað restaðu einir tvey hundrað metrar, gjørdu tær úr Fuglafirði ein orduligan vøll. Erla Kongsdóttir fleyg eina bátslongd framum, og á málinum var munurin meiri enn ein bátslongd.
Á Norðoyastevnu var Spógvin nummar trý. Í dag var Beinta á triðja plássi, men mnurin aftur til Sílið var so lítil, sum tað ber til.
1 Erla Kongsdóttir 05:59.18
2 Hvassi 06:03.11
3 Beinta 06:05.13
4 Sílið 06:06.13
5 Drekin 06:18.04
6 Spógvin 06:18.12
Støðan
1 Hvassi 13
2 Erla Kongsdóttir 12
3 Beinta 11
4 Sílið 7
5 Spógvin 6
6 Drekin 5
7 Teistin 1