Erla vardi Fuglafjørð

Undan dagsins kappróðri høvdu genturnar á Erlu Kongsdóttir vunnið allar róðrarnar í kappingini millum 5-mannaførini við gentur. Og tá ið tær í Fuglafirði í dag skuldu vísa heimafólkinum, hvussu dugnaligar tær eru, so var eingin slingur í valsinum.

 

Erla Kongsdóttir fleyg í fyrstu tøkunum eina bátslongd framum kappingarneytarnar, og so var spurningurin bara, hvussu trivaligur sigurin fór at verða. Tað vísti seg, at sigurin var uppaftur trivaligari, enn hann nakrantíð hevur verið fyrr í summar.

 

Tær vóru sekstan sekund fyrri á mál enn næstu avbjóðararnir vóru. Tað er kanska í so nógv sagt, at talan er um avbjóðarar, men Blikur vann kappingina um næstfremsta plássið við Sílið, Ørnina og Spógvan.

 

1 Erla Kongsdóttir 05:32.24

2 Blikur 05:48.08

3 Sílið 05:52.05

4 Ørnin 05:53.13

5 Spógvin 06:02.00

 

Støður

1 Erla Kongsdóttir 35

2 Blikur 25

3 Sílið 23

4 Ørnin 21

5 Jallurin 15

6 Spógvin 10

7 Firvaldur 4

8 Tjaldrið 2

9 Tambar 1